Í gjárkvøldið var ein ørgrynna av landsdystum í EM-undankappingini spældir kring Europa, og í EM-bólki B, har Føroyar eru eitt av londunum, vóru tríggir dystir spældir.
Italia var undir trýsti, eftir at liðið byrjaði við javnleiki á heimavølli ímóti Litava, sum verður roknað sum eitt av veikaru liðunum í bólkinum. Í gjárkvøldið spældi Italia ímóti Fraklandi í París, og endurtøkan av HM-finaluni endaði við sigri til Frakland.
Sidney Guvou legði Frakland á odda longu í fyrsta minuttir, og eftir 18 minuttir økti Thierry Henry til 2-0. Italia svaraði skjótt aftur við máli frá Gillardino, men franski sigurin var staðfestur í seinna hálvleiki, tá ið Guvou skoraði til endaliga úrslitið 3-1.
Heimsmeistararnir Italia hava fingið vánaliga byrjan í EM-undankappingini, og liðið hevur nú eitt stig fyri tveir dystir og liggur beint frammanfyri Føroyar í botninum í EM-bólki B.
Skotland vann aftur
Tveir aðrir dystir vóru í okkara bólki mikukvøldið.
Ukraina hevði heimavøll ímóti Georgia, sum Føroyar taptu 6-0 fyri, og annan dystin á rað noyddist Georgia at lúta. Andriy Schevchenko legði Ukraina á eftir ein hálvan tíma, men síðani skoraði Georgia tvær ferðir.
Ukraina javnaði minuttir eftir, at Georgia hevði lagt seg á odda, og 10 minuttir fyri leiklok skoraði Andriy Rusol sigursmálið fyri Ukraina.
Skotland, sum vann 6-0 á Føroyum leygardagin, spældi á útivølli ímóti Litava, og Skotland vann dystin 2-1. Christian Daily og Kenny Miller løgdu Skotland á odda 2-0, og fimm minuttir fyri tíð minkaði Darius Miceika til endaliga úrslitið 2-1.
EM-bólkur B
Dystir Mál Stig
1. Skotland 2 8-1 6
2. Frakland 2 6-1 6
3. Ukraina 1 3-2 3
3. Georgia 3 8-6 3
4. Litava 2 2-3 1
5. Italia 2 2-4 1
6. Føroyar 2 0-12 0










