Norðurlendska hagtalsárbókin, Nordisk Statistisk Årbok fyri 2003, er nú komin. Hetta er ein víðfevnd lýsing av samfelagsviðurskiftunum í norða nlondum í talvum, talvumyndum og stuttum tekstum. Meira útgreinaðar talvur eru á fløguni, ið fylgir við.
Norðanlond hava nógv í felag, í livihátti, mentan, søgu, máli og samfelagsskipan. Og norðurlendskt samstarv er á nógvum økjum framúrskarandi. Nógv av hesum kann lýsast við hagtølum, og tí gevur Norðurlanda Ráðharraráðið hesa hagtalsbókina út á hvørjum ári.
Tað er í høvuðsheitum norðurlendsku hagstovurnar, sum veita tølini. Føroyski parturin í bókini er tó lítil enn, hóast tað er batnað nakað 2-3 tey seinastu árini, serliga um íbúgva- og heilsuviðurskiftini, uttanlandshandilin og val. Á øðrum økjum eru Føroyar bert við í nøkrum fáum einstøkum talvum, sum t.d. viðv. arbeiðsmarknaði, tjóðarroknskapi, mentan, fiskivinnu og samferðslu. Men á fleiri økjum eru ongi samanberilig føroysk hagtøl. T.d. er púra blankt viðvíkjandi útbúgving, gransking og menning, umhvørvi og almannaøkinum, so enn vantar nógv í at føroyskur statistikkur kann koma upp á eitt norðurlendskt fyri ikki at siga altjóða støði.
Nordisk Statistisk Årbok, sum er meir enn 300 síður og hevur viðfesta talvuføgu, fæst í Føroyum frá H.N. Jacobsens Bókahandli.