Føroyar og Grønland skulu eisini hitta Trump

Stjórnin hevur lovað størri ávirkan, men tey bæði londini sluppu ikki við, tá Mette Frederiksen hittir Donald Trump.

Grønlan og Føroyar áttu at hava sitið við borðið, tá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í dag hittir amerikanska forsetan Donald Trump á Nato-fundi í London. Tað halda teir báðir fólkatingslimirnir.

Orsøkin er, at tosast skal millum annað um Grønland og Arktis, sum stjórin júst hevur sett 1,5 milliardir krónur av til at hava betri eftirlit við.

– Tað er týdningarmikið at tað ikki bara er ein donsk forsætisráðfrú, sum frá danskari síðu umboðar ríkisfelagsskapin, en at eisin fólkavald úr Føroyum og Grønlandi eru við, sigur Aaja Chemnitz Larsen úr flokkinum IA við Jyllands-Posten.

Upprunaliga var ætlanin, at Mette Frederiksen og Donald Trump skuldu hava tosað um Arktis á vitjanini í Keypmannahavn, sum Trump avlýsti í síðstu løtu eftir at tilboð hansara um at keypa Grønland varð havnað.

Tá vóru bæði Grønland og Føroyar boðin við í fundarhølið.

Aaja Chemnitz Larsen vísir á, at Danmark og Grønland longu í 2003 skrivaðu undir tað sokallaðu Itilleq-avtaluna um, at Grønland skuldi vera við, tá Danmark tosar um grønlendsk viðurskifti við onnur lond.

Føroyar og Danmark hava eina líknandi avtalu, sonevnda Fámjinsskjalið frá 2005.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, undrast eisin á, at Føroyar ikki eru við á fundinum í London.

– Tað er óheppið. Eg skilji ikki hví. Eg kenni ikki grundgevingina, men tá Arktis er á skránni sum týdningarmesti punktið, so er tað ógvuliga serlgit, sigur Sjúrður Skaale við blaðið.

Tað var fatað sum eitt nýbrot í Ríkisfelagsskapinum og róst av grønlendskum politikarum, tá Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri í november hevði grønlendska ráðharran fyri uttanríkismál við á fundi í Washington.

 

/ritzau/