Føroyar og Grønland samstarva um umhvørvismál

Ein nýggj avtala leggur upp til, at Føroyar og Grønland í størri mun samstarva um veðurlagsmál Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, og grønlendski starvsbróðir hennara, Kim Kielsen, hava á fundi í Stockholm skrivað undir eina avtalu um tættari samstarv millum Føroyar og Grønland á umhvørvisøkinum við serligum atliti at veðurlagsøkinum.

Avtalan leggur upp til, at Føroyar og Grønland í størri mun samstarva um veðurlagsmál fyri í felag at lýsa og greina loysnir at minka um CO2-útlátið, sum sampakka við okkara áhugamál sum fiskivinnutjóðir og smálond í altjóða høpi.

Í næstum fara grønlendsk og føroysk embætisfólk at lýsa mál og átøk av felags áhuga og leggja eina virkisætlan fyri, hvussu Grønland og Føroyar í størri mun kunnu gagnnýta vitan og felags áhugamál í framtíðar umsiting av veðurlagsmálum, sigur innlendismálaráðið.