Føroyar og Framtíðin (2)

Uttan mun til ríkisrættarligu støðuna, má grundarlagið undir einum sjálvberandi føroyskum samfelagi vera eitt yvirskotsgevandi føroyskt vinnulív

Í greinini seinasta leygardag viðgjørdu vit hesa avbjóðingina, við útgangsstøði í verandi ætlanum um endurnýggjan af fiskiskipaflotanum. Vit vístu á, at tvíhaldanin um mongdarframleiðsluna sum vinnulig grundhugsjón, hevur nakrar stórar samfelagsligar avleiðingar við sær, ið einki veruligt kjak er um. Somuleiðis vístu vit á, at grundgevingarnar fyri íløgustuðlinum ikki halda út frá sínum egnu fyritreytum.

Høvuðstrupulleikin í føroyskari vinnulívsmenning er tó hugsunarhátturin um framleiðslufaktorar, sum avgerandi fyritreytin fyri einum sjálvberandi vinnulívi. Við hesum verður vinnulívsmenning einans til ein spurning um kostnaðarstøði og atgongd til rávøru. Heilt centralir spurningar um teknologi, organisering og sosial/mentunnarlig ávirkan á vinnulívsmenning vera skúgvaðir til síðis, og verða tí heldur ikki gagnnýttir. Við hesum útgangsstøði verður hildið fram við næstu greinini.