Føroyar og framtíðin (1)

Líkt er til at Føroyar nærkast einum vegamóti í ríkisrættarligu viðurskiftunum við Danmark. Alsamt harðari tjakið fyri og ímóti fullveldisætlanunum, hevur hug at fara aftur á gamlar gøtur, har tosað verður um fullveldi sum eina ræðumynd ella eitt paradís. Men skal nakað gott spyrjast burturúr, mugu vit viðgera, hvørjar samfelagsligar broytingar eru neyðugar, um Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar, politiskt og búskaparliga.

Í eini roynd at geva eitt sakligt íkast til orðaskiftið fara vit tí í fýra greinum í hesum og komandi leygardags-sosialum at viðgera nakrar samfelagsligar høvuðsspurningar, sum eru umráðandi at viðgera í tí samlaða tjakinum um fullveldisspurningin.


Henda fyrsta greinin og tann komandi leygardag snúgva seg um endurskipanina av føroyska vinnulívinum, har vit leggja serligan dent á spurningin um, hvussu vit kunnu skapa grundarlag fyri einum sjálvberandi og fjøltáttaðum vinnulívi. Triða greinin snýr seg um endurskipanina av almenna bygnaðinum, har vit taka útgangsstøði í nýligu frágreiðingini frá kommununevndini. Í fjórðu greinini taka vit samanum greinarøðina við serligum denti løgdum á sambandið ímillum tað almenna og tann privata sektorin.