Føroyar og ES

Danir fara um stutta tíð at samtykkja ein nýggjan ES-sáttmála

Hesin sáttmáli hevur verið borin saman við eina nýggja felags grundlóg fyri limalondini í ES, har danir eins og onnur fólk mugu geva sjálvsavgerðarrætt frá sær. Ein slíkur sáttmáli kann tí eisini viðføra, at felagsmál millum Føroyar og Danmark verða flutt til Bryssel.

Hetta er eitt álvarsmál fyri Føroyar, og fólkatingssessurin skal brúkast til at fyribyrgja, at føroyskur sjálsavgerðarættur verður avreiddur til Bruxelles. Ein føroyskur fólkatingslimur skal fylgja væl við, og arbeiða fyri at varðveita og menna ta serstøðu, sum vit hava í ríkinum og í Evropa.

 

Tí skal fólkatingslimurin vera á staðnum, har avgerðirnar verða tiknar.