Føroyar á odda

Nú tveir dagar av Oyggjaleikunum 2009 eru lagdir aftur um bak, eru Føroyar á odda í samlaða heiðursmerkjabýtinum.

Gullið, sum badminton-liðið vann í gjár, var tað sjeynda hjá okkum á leikunum higartil. Hini seks gullmerkini, sum Føroyar hava vunnið, eru, Búgvi Poulsen og Skarpheðin Njálsson í judo og so tey fýra gullmerkini, sum vórðu fingin til høldar í svimjihylinum í gjár. Her vunnu Pál Joensen, Katarina S. Lamhauge og tær báðar stafettirnar í 4X50 metra blandaðari svimjing.

 

Heiðursmerkjabýtið

Land gull silvur bronsa

1 Føroyar 7 7 9

2 Áland 6 5 7

3 Gotland 5 3 3

4 Jersey 4 7 3

5 Isle of Man 4 6 5

6 Guernsey 4 4 6

7 Cayman 3 3 1

8 Rhodos 3 2 2

9 Isle of Wight 3 1 2

10 Saaremaa 2 3 3