Føroyar nummar 196

Føroyska landsliðið er nummar 196 á FIFA-styrkislistanum, sum var dagførdur í gjár

Keðiliga gongdin hjá føroyska landsliðnum seinastu árini sæst aftur á FIFA-styrkislistanum. Hesin verður dagførdur hvønn mánað, og listin fyri august vísir, at Føroyar nú er dottið eitt pláss aftur til at vera nummar 196. Til samanberingar kann nevnast, at mótstøðulið okkara komandi venjingardystinum, Portugal, liggur nummar níggju á hesum sama lista. Spania eigur heimsins sterkasta fótbóltslandslið, við Týsklandi, Italia, Hollandi, Kroatia og Brasilia í hølunum. Svøríki er nummar 26, Noregi nummar 29, Danmark er á 36. plássi, meðan Ísland liggur sum nummar 97.