Sambært Sigurði Poulsen, landsbankastjóra, er vánalig stýring seinastu árini høvuðsorsøkin til kreppuna, ið vit nú eru í nú, og sum fer at halda fram næstu árini. Tað kann gerast neyðugt hjá landi og kommunum at læna umleið tíggju milliardir krónur fyri at halda samfelagshjólunum malandi.
Harafturat metir landsbankastjórin, at tað eru fleiri orsøkir til, at neyðugt verður at gera hesi lán. Stýringin hevur ikki verið góð nokk, og tað hevur ført við sær, at fiskiflotin hevur fiskað ov nógv, og tí er ikki nóg mikið av fiski. Nógvar kommunur hava nýtt ov nógvan pening. Bankarnir hava veitt risalán, sum ongin megnar at gjalda aftur í bræði. Alt hetta er hent, samstundis sum Løgtingið hevur veitt stórar skattalættar.
Betri stýring
Hóast tíggju milliardir er heilt fitt av peningi at læna, heimurin sum heild er í kreppu, og tað tí er torført at taka lán, so metir landsbankastjórin tað als ikki vera ógjørligt.
- Tað veldst um føroyingar megna at fáa stýr á egnan búskap, tí tað er ein fyritreyt, at útlendskir fíggingarstovnar hava álit á okkum. Fyrst mugu vit fáa stýr á fiskivinnuna, soleiðis, at vit fáa eina javnari veiðu. Ein nýskipan av pensjónini krevst eisini, tí tey eldru gerast alsamt fleiri. Land og kommunur mugu vera undirløgd lógum, soleiðis, at peningurin verður nýttur á bestan hátt og samstarvið gerst betur, umframt, at húsarhaldini mugu fáa álit á føroyska búskapinum, greiðir Sigurð Poulsen frá.
Fólk eru bangin
Ein trupulleiki, ið er rímiliga stórur, er, at nýtslan hjá húsarhaldunum er vorðin minni.
- Fólk eru vorðin meira varin ov tað bremsar búskapinum. Hóast nýtsluparturin av bruttotjóðarúrtøkuni ikki er líka stórur sum í grannalondunum, so hevur tað eina stóra ávirkan á búskapin, at fólk er vorðin varnari. Nýtslan fyllir eini 60 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, og minkar hon við einum tveimum prosentum, so verður beinanvegin talan um eina 130 milliónir krónur í mistum inntøkum. Hetta er nakað vit síggja henda nú, men hetta er hest tíðaravmarkað, tí tá búskapurin fer at ganga betur, so fer nýtslan eisini at vaksa aftur. Men tað er nokk so negativt, at nýtslan minkar, tí tað hevði helst verið minni arbeiðsloysi, um nýtslan ikki minkaði, greiðir landsbankastjórin frá. Hann leggur afturat, at eitt annað, ið ger seg galdandi, er, at bankarnir ikki lata líka nógv lán – og fara heldur ikki at gera tað í komandi tíðum – og tí spara fólk upp heldur enn at nýta pening.
Minni fiskur
Seinastu tíðina sæst eisini, at fiskiskapurin er minkaður, og tað hevur sambært Sigurði Poulsen við sær, at vit lættliga kunnu missa einar 600 milliónir krónur um árið.
- Hendan gongdin er helst ikki varandi, tí gróðurin undir Føroyum er betri enn miðal í ár. Men sum er, kann talan vera um 600 milliónir í mistum inntøkum, og tað verða umleið 200 milliónir krónur í mistum skattainntøkum, sigur landsbankastjórin. Í sama viðfangi nevnir landsbankastjórin eisini svartkjaftin, sum hevur verið ein vinna, ið hevur koyrt væl, men sum nú hevur fingið verri fyritreytir. Eisini har er ein munandi inntøkumissur sambært landsbankastjóranum.
Fólk fara at flyta
Sambært landsbankastjóranum fara vit helst at síggja, at arbeiðsloysið fer at hækka upp í eini fimm prosent. Hóast hetta ikki er nógv samanborið við grannalondini, er hetta sambært landsbankastjóranum ikki nakað positivt fyri fólkatalið í Føroyum.
- Vit fara helst at síggja eina ávísa fráflyting, men tað verður á ongan hátt sum í 90unum, greiðir Sigurð Poulsen frá.
Landið stabiliserar
Í hesum tíðum, har tað mesta gongur verri, eru tó nakrir fáir glottar.
- Alivinna er ein av fáu glottunum, men landið og Tórshavnar kommuna virka eisini stabiliserandi upp á gongdina í samfelagnum. Tí er umráðandi, at landið ikki sker alt sítt virksemi, metir Sigurð Poulsen.
Sambært landsbankastjórinum er orsøkin til, at tað loysir seg hjá landinum at halda samfelagnum koyrandi, at tað fyri tað mesta er talan um fyribilseyðkenni, ið halda búskapinum niðri.
- Koyrir tað almenna við hallið, so verða Føroyar sum heild ikki verri fyri, men tað vera almennu kassarnir, og tað kann mann gera í avmarkaða tíð, greiðir Sigurð Poulsen frá. Sambært landsbankastjóranum er arbeiðsloysisskipanin eisini væl fyri, og tað verður ein fyrimunur í komandi tíðum.
Ov stórt hall
Hóast landsbankastjórin metir, at landið má koyra við hallið komandi árini, metir hann, at hetta skal gerast við máta.
- Í upprunauppskotinum til fíggjarlóg fyri 2009, var hallið 570 milliónir krónur, og tað sigur seg sjálvt, at tað ikki ber til at koyra við einum tílíkum hallið yvir fleiri ár. Eg vil ikki siga nakað tal, ið er passandi, men tekur mann eitt hall upp á 400 milliónir krónur, og hevur tað yvir fimm ár, so verður beinanvegin talan um tvær milliardir krónur, sigur Sigurð Poulsen.
Sum fíggjarlógin sær út í dag, verður komandi ár talan um eitt hall á umleið 500 milliónir krónur.
Sambært Sigurði Poulsen, skal mann eisini ansa eftir, ikki at spara ov nógv, tí tað fer bara ein trýsta búskapin enn meira. Hann leggur afturat, at mann kann hava eitt so stórt hall, sum lánveitararnir kunnu góðtaka.
Strukturhall
Sambært Sigurði Poulsen er veruliga stóri trupulleikin, at Føroyar hava eitt strukturhall. Tað vil siga, at eitt normalt ár – ið sambært landsbankastjóranum, er torført at finna í svingandi føroyska búskapinum – vísir tað seg, at javnvág ikki er í almennu kassunum, sum tað skuldi verið. Tí er talan um eitt strukturhall. Fyri at fáa skil upp á hetta strukturhallið, er tørvur á at fáa skil uppá pensjónirnar, fiskivinnuna og at fáa land og kommunur at samstarva betri, samstundis, sum hetta verður eitt krav, fyri at fíggja hallið komandi árini.
Kann altíð gerast verri
Hóast vit longu hava mist nógv, tí vit ikki hava stýr á hesum bygnaðarligu veikleikunum, so metir landsbankastjórin ikki, at tað er ov seint at loysa trupulleikarnar.
- Tað kann altíð gerast verri. Og longri vit bíða við at fáa skil upp á bygnaðin, verður kreppan verri og fráflytingin størri.









