Petur Joensen er 47 ára gamal og hevur starvast hjá Jarðfeingi í umleið 10 ár. Hann er útbúgvin økonomur og arbeiddi eitt skifti hjá Føroya Banka. Nú fyrireikar hann seg til at taka á seg stóru og ábyrgdarfullu uppgávuna at standa á odda fyri Jarðfeingi og harvið eisini allari oljuleitingini við Føroyar komandi tvey árini. Hóast tað ikki verða tær stóru broytingarnar á stovninum, tá hann tekur við, so fer hann tó at leggja størri dent á at fáa orðaskifti um avleiðingarnar av eini komandi oljuvinnu.
Hann sigur, at tað er týdningarmikið longu nú, tá eingin olja er funnin, at byrja at leggja til rættis gongdina og taka upp tær avbjóðingar, sum ein stór oljuvinna fer at hava á føroyska samfelagið.
Avbjóðing
Størsta ynski hjá Peturi er, at vit finna olju innan ikki ov langa tíð, og at hon ikki fer at hava ov nógvar vansar við sær, tá hon er funnin.
-Tað verður ein avbjóðing at finna oljuna men so sanniliga eisini at stýra ”gemyttunum”, tá tað kemur hartil. Eitt nú hvørja ávirkan hon kann hava á samfelagið. Mín áskoðan er tann, at vit kanska longu nú skulu seta okkum niður og meta um, hvørji ting kunnu bíða og hvat vit eiga at umhugsa nokkso skjótt heldur enn at siga, at vit hava góða tíð.
Hann leggur aftrat, at tað er ikki bara Jarðfeingi, sum eigur at hugsa um hetta. Tað eru eisini aðrir partar av samfelagnum, sum eiga at gera tað, tí ein oljuvinna kann koma at ávirka alt samfelagið so ella so. Tað nýtist so heldur ikki at vera eitt risastórt oljufund, fyri at tað kann fáa avleiðingar fyri samfelgið. Bara ein minni oljukelda uppá 100 mill. tunnur kann koma at leggja eftir seg til hetta samfelagið einar 10 milliardir kr. tilsamans, og tað er greitt, at slík upphædd fer at ávirka samfelagið. Tí eiga vit at gera okkum greitt, hvørjar avbjóðingar vera, ikki minst um tað verða gjørd fleiri fund.
-Tað er sjálvandi ikki lætt at svara øllum spurningum nú, men vit mugu seta okkum niður og tosa um, hvat vit eiga at hugsa um í góðari tíð og hvat kann bíða. Í hesum sambandi nevnir hann eisini tørvin á útbúnum fólki. Skulu vit útbúgva fólk, so er tað ikki nakað, sum verður gjørt frá degi til dags.
Nógv mál
Arbeiði hjá Jarðfeingi fevnir so ikki bara um oljuleiting. 3. útbjóðingin er sjálvandi fremsta uppgávan í løtuni. Síðani er tað landgrunnsverkætlanin. Tað nýggja er so orkuavbjóðingin, sum fevnir um elveitingarlóg og at fáa øllum framleiðsluverkunum neyðugu loyvini.
-Vit hava sagt, at 20% av orkunýtsluni á landi skal koma frá varandi orkukeldum, og nú hava menn so eisini hongt Kyoto uppá henda krókin. So har liggja nógvar uppgávur og verður arbeitt við at seta fleiri fólk. Vit mugu fáa meira varandi orku og gagnnýta verandi orku betri.
Nýggju uppgávurnar fara tó ikki at minka um virksemið á oljuleitingarøkinum. Hetta hevur framvegis sera stóra raðfesting hjá Jarðfeingi. Tað, sum liggur næst fyri, er 3. útbjóðingin. Fundur hevur júst verið við Oljuvinnufelagið og í næstum verður so farið at tosa við onnur áhugafeløg so sum fiskvinnufeløg um økini, sum eru í uppskoti til nýggja rundu. Eisini stendur spurningurin um umhvørviskanningar fyri framman.
Trúgva uppá økið
-Hvat er mest umráðandi hjá føroyingum at gera fyri at varðveita og menna áhugan hjá oljufeløgunum fyri at leita við Føroyar?
-Tað mest umráðandi er, at feløgina halda, at her er nakað at koma eftir, at prospektiviteturin er har. Men vit mugu ansa eftir ikki at gloyma, hvussu vit taclaðu oljuleitingina frá byrjan. Vit mugu finna røttu javnvágina. Vit høvdu fund við feløgini herfyri og mugu út frá tí meta um, hvat er rímuligt at taka við av teirra ynskjum, men vit mugu so heldur ikki gloyma okkara egnu sjónarmið.
Petur Joensen sigur seg ikki hava varhugan av, at feløgini fara at halda seg vekk, um vit ikki gera treytirnar radikalt øðrvísi. Til ber altíð at gera justeringar.
Petur Joensen heldur sjálvur, at vit skulu vera nøgd við tann áhuga, sum er i løtuni. Onkrar ábendingar eru um, at tað koma nýggj feløg inn á Føroyaøkið, bæði í sambandi við 3. útbjóðing ella farma (keypa seg) inn í verandi loyvi.
Fegnast um gongd
Petur Joensen fegnast annars um gongdina á oljuleitiøkinum í løtuni, um seismikkin, sum verður skotin, sum vísir, at áhugi er fyri økinum. Og um BP brunnin. Hóast útlitini eru so sum so, vónar hann, at okkurt gott fer at spyrjast burtur úr.
Petur Joensen sær eisini fyri sær eina tilgongd, har oljuleitingin verður gjørd meira fólkslig, soleiðis at fólk vita meira um, fáa betri innlit og kunning um, hvat hetta snýr seg um, soleiðis at fólk eisini kunnu hava eina meining um hetta nýggja økið. Her roynir Jarðfeingi so at gera nakað á síni heimasíðu.
At enda sigur Petur Joensen, at tað hevur alstjóran týdning fyri framtíðar leitingina, at vit sjálvi hava eitt fakligt umhvørvi og er hann sera fegin um, at Jarðfeingi hevur megnað at bygt uppá eina fakliga ekspertisu eitt nú á jarðfrøðiøkinum, sum kann gera, at vit vera eins væl fyri og oljuserfrøðingarnir hjá teimum ymsu oljufeløgunum.