Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spældi í dag 3-3 móti Montenegro í undankappinginin til HM undankappingina. Heidi Sevdal skoraði tvey mál, meðan Íðunn Magnussen skoraði eitt. Føroyska liðið trýsti fyri at vinna, men hóast fleiri royndir, so bleiv tað til javnleik.
Montenegro kom annars á odda tá dysturin var eitt stórt korter gamal. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Føroyar sína bestu løtu. Fyrst javnaði Heidi Sevdal og løtu seinni legði Íðunn Magnussen Føroyar á odda 2-1. Leiðslan helt í átta minuttir, so skoraði Montenegro tvey mál.
Eitt korter fyri tíð javnaði Heidi Sevdal við síðum øðrum máli í dystinum. Føroyska liðið trýsti fyri at fáa avgerandi málið, men hóast tjúgu málroyndir, so vildi bólturin ikki inn fyri fjórðu ferð.Sambært heimasíðuni hjá UEFA, so var Føroyska liðið leikliga omaná.
Næsti dysturin verður móti Litava leygardagin.
Føroyar - Montenegro 3-3(0-1)
0-1 Vukcevic, 18
1-1 Heidi Sevdal, 49
2-1 Íðunn Magnussen, 51
2-2 Kuc, 59
2-3 Vukcevic, 66
3-3 Heidi Sevdal, 73
Liðugt: Tað endaði 3-3.
83.min: Eyðvør Klakstein er komin inn fyri Rannvá B. Andreasen.
76.min: Trýstið hevur givið úrslit og Heidi Sevdal hevur javnað til 3-3. Íðunn Magnussen er farin út og inn er komin Maria K. Thomsen.
73.min: Føroyska liðið trýstir Montenegro og hevur havt fleiri royndir á mál. Samanlagt hevur Føroyar havt átta royndir á mál. Tað eru tvær fleiri enn mótstøðuliðið hevru havt á føroyska málið.
66.min: Nú er Montenegro á odda aftur. Tað var sami málskjútti sum í fyrsta málinum - Vukcevic.
59.min: Føroyska leiðslan helt í átta minuttir, so svaraði Montenegro aftur. Málskjútti var ein dama við eftirnavninum, Kuc.
51.min: Íðunn Magunssen hevur lagt Føroyar á odda 2-1! Føroyska liðið hevur fingið eina framúr byrjan upp á seinna hálvleik.
49.min: Heidi Sevdal hevur javnað fyri Føroyar móti Montenegro!
Hálvleikur: Montenegro er á odda 1-0 í hálvleikinum. Málið kom eftir 18 minuttir. Føroyska liðið hevur havt tríggjar royndir á málið hjá Montenegro, men tað hevur ikki eydnast at fáa hol á enn.
39.min: Tað er framvegis bara eitt málið komið í dystinum í Villinus. Føroyska liðið hevur havt tvær royndir á málið hjá Montenegro.
18.min: 1-0 til Montenegro. Málið skoraði Vukcevic.
Undan dystinum:
Føroyar 4-5-1:
Randi S. Wardum Bára S. Klakstein, Liljan Jespersen, Fríðrúnn Danielsen, Rakul Johannesen Heidi Sevdal, Malena Josephsen, Ansy Sevdal, Rannvá B. Andreasen Olga Kristina Hansen - Íðunn Magnussen
Føroyar er í bólki saman við Montenegro, Litava og Georgia.