Føroyar-Montenegro 21-24: Dystarendin og samanumtøka (FM1)

(FM1) Hoyr Gunnar Djurhuus taka samanum enn eitt heiðurligt føroyskt avrik í manshondbólti

##med2##

Føroyska manslandsliðið stríddist manniliga móti Montenegro, og tapti rættiliga tepurt 21-24 í Farum høllini í EM-undankappingardystinum, ið var leiktur í kvøld. Í steðginum var Montenegro á odda 11-9. Nebojsa Simic í montenegroanska málinum gjørdist avgerandi munurin millum liðini. Nebojsa Simic bjargaði 41 prosent av føroysku royndunum, og tað bleiv mangan sum Sjúrður H. Hoydal segði frá á FM1, at tað var ein dystur millum Føroyar og Simic.

Gunnar Djurhuus, viðmerkjari hjá FM1 staðfestir støðugu framgongdina hjá føroyska liðnum, og hann minnir á, at føroysku leikararnir eru ungir og hava nógv ár í sær, so tað lovar gott fyri framtíðina: - avrikið er 110 prosent góðkent, sigur Gunnar Djurhuus.

Omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Gunnari Djurhuus. 

Føroyar - Montenegro 21-24 (9-11)

Jónas Gunnarson Djurhuus 6 (3), Rói Berg Hansen 4, Áki Egilsnes 4, Rókur Akralíð 2,
Helgi Hildarson Hoydal 2, Allan Norðberg 1 og Niklas Selvig 1

Støðan:
1.Danmark 5401166:1298 stig
2.Ukraina5302140:1326
3.Montenegro5212130:1425
4.FØROYAR5014107:1401

 

Sunnudagin 16. juni klokkan 17:

Danmark-Føroyar (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Montenegro-Ukraina

##med3##

(Hoyr dystarendan og samanumtøku)