Føroyar ímillum Etiopia og India

Eyðkennið fyri nýggja FIFA styrkislistan er, at tað um jólini og nýggjárið í landsliðshøpi ikki hevur verið serliga nógvur aktivitetur, og at flytingarnar tískil eru fáar

FIFA STYRKISLISTIN

 
Føroyar hava Etiopia frammanfyri seg, og India er dygst í hølunum á Føroyum. Í øðrum høpum eru munirnir stórir á veldugu afrikonsku og asiatisku londunum og Føroyum, men tá ið tað snýr seg um fótbólt, er munurin, sambært FIFA styrkislistanum, lítil og eingin millum Etiopia, Føroyar og India.
                      Síðani FIFA stutt undan jólum kunngjørdi listan, og inntil nýggi listin varð kunngjørdur í gjár, hevur aktiviteturin ikki verið so stórur. Fáir landsdystir eru spældir, og tí eru flytingarnar ikki serliga stórar, og tær, sum eru, hava sína orsøk í úrslitum, sum eru frá fyrri á árinum.
Størsta lopið hevur Etiopia gjørt. Teir eru nú nummar 131 ella á tí plássinum, sum Føroyar undan ársskiftinum vóru á. Lopið hjá Etiopia er +20. Føroyar eru nummar 132, og á 133. plássinum er India. Tað vil siga, at sambært FIFA, so eiga Føroyar við 48 túsund og India við meiri enn einari milliard íbúgvum fótbóltslandslið, sum eru á sama støði!
                      Í toppinum líkist listin sær sjálvum. Fimtan tey ovastu eru á sama plássi, sum tey vóru í desember. Brasilia, Frakland, Argentina, Kekkia og Spania eiga fimm tey bestu landsliðini. Írlander, sum seinni í summar kemur henda vegin, er nummar tólv, Svøríki nummar trettan og Danmark er framvegis nummar fjúrtan.
                      Ísrael er nummar 49 og er farið eitt pláss eftir hæli. Sveis er framvegis nummar 51, og Kypros er farið frá nummar 108 og til 109. Hetta eru tjóðir, sum Føroyar seinni í ár skulu spæla HM undankappingardystir ímóti.
                      Noreg er framvegis nummar 36, Finnland er framvegis nummar 43, og Ísland er dottið eitt pláss niður og er nú nummar 94.