Hóast vit merktu meiri til fløvandi sólargeislarnar fyrr í ár, taka norðurlendsku grannar okkara í hesum døgum glaðbeintir havastólarnar fram, grilla og hugna sær í sólskininum. Men veðurfrøðingarnir seta harafturímóti knyklar í brýr.
Talan hevur nevniliga verið um eina óvanliga og møguliga hættisliga hitabylgju í Europa og um allan heim, sum serliga hevur gjørt seg galdandi í grannalondum okkara sum Danmark, Týsklandi og Onglandi.
Fleiri met
Í ár er hitin í Onglandi mátaður at vera á 37 hitastigum, og tað er nýtt met. í Danmark restaði lítið í nýggjum meti. 32 hitastig eru máld í Danmark í august, meðan metið er á 36,4 hitastigum, sum varð mált 10. august í 1975, altso um somu tíð. Í Týsklandi hevur talan eisini verið um met.
Føroyski veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, vísir á, at í Føroyum hevur talan eisini verið um meiri hita enn vant er.
- Í miðal er hitin í ár í Føroyum vaksin við 1-2 stigum, og tað er sera stórur vøkstur uppá bert eitt ár, slær veðurfrøðingurin fast.
Vaktrarhúsárin
Høvuðsorsøkin til hitabylgjuna í ár er sambært Petur Skeel vakstrarhúsárinini, sum er eitt úrslit av dálkingini.
- Ov nógv útlát er av evninum CO2, og hetta ger, at hitin kemur inn, men sleppur ikki út aftur, eins og í einum vakstrarhúsi. Sólargeislarnir, sum verða sendir móti jørðini, eiga eisini at verða kastaðir aftur, men orsakað av nógva CO2 útlátinum sleppur hitin ikki út aftur, og tískil er hitin eitt úrslit av dálking.
Ídnaðarlondini heitast
Áskoðan veðurfrøðingsins um dálkingina sum høvuðsorsøk verður meiri ella minni staðfest, tá hugt verður at, hvørji lond hava havt størstan hitavøkstur.
- Sambært mátingunum hava ídnaðarlondini verið fyri størsta hitavøkstri í ár, og júst hetta undirbyggir, at dálking er høvuðsorsøkin til náttúrunnar óreglusemi.
Sum kunnugt teljast átjan oyggjar okkara millum hesi lond, og tískil er talan um ein sera viðkomandi og aktuellan trupulleika fyri umhvørvispolitikk í Føroyum.
Globali hitin í vøkstri
Petur Skeel Jacobsen vísir á, at hetta er eitt hættisligt tekin, tí um menniskjan heldur á at grípa oyðileggjandi inn í náttúrunnar gongd, verður úrslitið skaðiligt.
- Globali hitin er vaksin við 0,7 hitastigum í ár, og tað er nógv í so stuttum tíðarskeiði. Av ítøkiligum avleiðingum hava t.d. sera nógvir skógareldar verið kring heimin í ár, tí plantu- og skógarlívið ikki megnar hitan, sigur ein hugsunarsamur veðurfrøðingur.
Hvussu við Kyoto sáttmálanum?
Við einum hitavøkstri á 1-2 hitastigum gjøgnum bert eitt ár er Føroyar eitt førandi land í hesum høpi, og júst eitt høvuðseyðkenni Føroya á umhvørvispolitiska økinum eru ovurstóru nøgdirnar av CO2, sum verða latnar út í atmosferuna, einamest av skipaflotanum.
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur enn ikki tikið undir við Kyoto sáttmálanum (sáttmáli, sum ásetir CO2 útlát pr. íbúgva), og hitavøkstur okkara er júst eitt úrslit av vantandi luttøkuni í stríðnum at basa dálkingini.
Við einum relativt stórum skipaflota og fiskivinnuni sum næstan suverenu høvuðsinntøku landsins er sjálvsagt torført at taka støðu til Kyoto sáttmálan, men av landsins avvarðandi myndugleikum átti spurningurin av álvara at verið tikin upp og umhugsaður, um Føroyar veruliga skal vera ein førandi tjóð á hesum øki og hava ivasama heiðurin at vera eitt av mest dálkandi londum.
Vit hava til fragd at vísa náttúru okkara fram fyri ferðandi, vit búleikast í náttúruni, forfedrar okkara bygdu hetta land gjøgnum náttúrunar tilfeingi, men tá tað kemur til stykkis, tykist eingin virðing vera fyri henni...?









