Føroyskur ungdómshondbóltur hevur fingið síni bestu úrslit nakrantíð í summar.
Føroysku ungdómslandsliðini luttaka javnan í stóru kappingunum, ið evropeiska hondbóltssamgongan skipar fyri. Hetta verður nevnt YAC-kappingar. YAC stendur fyri Youth Age Category Championship, og eru hægstu kappingarnar í Evropa fyri ungdómshondbólt.
Føroyar luttóku í trimum kappingum í Summar. Fyrst víðagitna European Open kappingin, ið U17-dreingir vunnu. Hesin sigurin gav 80 stig í savnaðu YAC-metingini, ið var kunngjørd um vikuskiftið. 80 stig eru tað hægsta, ið ein fær fyri at vinna hesu kappingarnar. Tað vil siga at tá ið Frakland vunnu U21-HM í summar, gav tað eisini 80 stig.
U17- og U19-genturnar hjá Føroyum fingu bæði fimta pláss í sínum EHF Championship kappingum í summar. Hetta var kapping fyri tey londini, ið ikki høvdu fingið pláss í sjálvari Evropameistarakappingini fyri hesar aldursbólkar.
Fimtu plássini bæði góvu 26 stig í part, og tí endar Føroyar á 132 stigum, sum er 14. flest í Evropa í ár.
Ungarn er greitt hægst metta tjóðin við 318 stigum. Ungarn vann Evropameistaraheitið fyri bæði U17 og U19-kvinnur, og fekk 80 stig fyri bæði. Norra fekk næstflest stig - 268 samanlagt. Norra vann onga kapping, men kom langt í øllum fimm kappingunum, ið mett verður eftir. Svøríki, ið U17-dreingjalandsliðið hjá Føroyum vann á í European Open finaluni, er á triðja plássið við 266 stigum.
Tær fimm YAC-EHF kappingarnar, ið verða mettar eftir eru European Open hjá U17-dreingjum, EM fyri U17 og U19 gentir og U19 og U21-dreingir.
Savnaða metingin kann síggjast við at trýsta HER (hsf.fo)