Samstundis, sum beinleiðis ferðamøguleikarnir hjá okkum føroyingum út í heim eru vorðnir betri við nýggjari og størri flogførum, eru møguleikarnir at ferðast í egnum landi eisini vorðnir nógv betri, meiri forvitnisligir og avbjóðandi
Føroyar eru vorðnar eitt ríkari land við fleiri møguleikum, tá ræður um ferðing. Tað eru ikki bara føroyingar, sum eru farnir at ferðast meira í egnum landi. Útlendingar streyma eisini í stórum tali til Føroya, bæði í skipi og í flogførum.
Streymurin av útlendskum ferðafólki er vorðin so stórur, at tað eru bygdir og økir í Føroyum, sum snøgt sagt rópa neyðarróp.
Í onkrum bygdum er trýstið vorðið so stórt, at tað er ein spurningur um útlendsk ferðafólk yvirhøvur føla seg væl at koma til bygdar.
Men, í øllum rokanum við bæði føroyskum og útlendskum ferðafólkum eru tað eisini nøkur, sum duga at fáa okkurt burtur úr - við gistingum, kafé’um, ymiskari matsølu, útferðum og øðrum, sum lokalir veitarar kunnu tjena nakrar krónur uppá.
Gistingarmøguleikarnir eru eisini vorðnir fleiri við tað, at fólk eru farin at leiga út summarhús, onnur eru farin í holt við at hava ból & bita, kampingøkini eru vorðin fleiri, og tað er eisini onkur, sum leigar út kampingvognar.
Í fleiri bygdum er høvi at leiga seg inn í bygdarhús, felagshús og skúlar, og tá er talan oftast um bólkar á ferð.
Kunningarstovur og ferðavinnufeløg kring um landið hava fleiri summarhús í sínum útboði, og tað eru eisini fleiri, sum leiga síni summarhús út sjálvi.
Í fleiri førum er talan um eldri hús, sum eru sett í stand og sum hava allar hentleikar, og í øðrum føri er talan um nýggjari hús, sum standa tóm og sum fólk vilja leiga út.
Kring um landið hava einstaklingar og familjur møguleikan at njóta friðsælt bygdarlív, møguleikar eru fyri útferðum av ymiskum slag, og nógvastaðni eru áhugaverd søvn, sum øll siga sína søgu um eina tíð, sum er farin.
Leitar tú eftir onkrum serstøkum, hevur tú sum ferðandi í Føroyum eisini høvi til tess, tí nógvar og spennandi avbjóðingar eru kring um í økjunum, bæði uppi á landi, í gjáum og á sjónum.
Alt eftir, hvørji tíni áhugamál sum ferðandi í Føroyum eru, kanst tú venda tær til kunningarstovurnar og ymiskar útbjóðarar og spyrja teg fyri. Her eru nevniliga nógv fleiri møguleikar, enn tú ánar.
Samstundis, sum beinleiðis ferðamøguleikarnir hjá føroyingum út í heim eru vorðnir betri við nýggjari og størri flogførum, eru møguleikarnir at ferðast í egnum landi eisini vorðnir nógv betri, meiri forvitnisligir og avbjóðandi.
Tú kanst velja avbjóðingina, men tú hevur so sanniliga eisini møguleikan at velja vanliga bygdarlívið og friðsæluna.
Við undirsjóvartunlunum og tunlum annars er koyrandi um stóran part av landinum, og har firðir og sund skilja oyggjarnar, er í flestu førum rímiligt sjóvegis ferðasamband millum oyggjarnar, eins og møguleikar eisini eru til loftvegis flutning við tyrlu.