Føroyar menna seg upp á gott og ringt

Munandi fleiri rúsevnismál enn fyri 20 árum síðani

Brot á rúsevnislógina eru voksin nógv seinastu 20 árini, og í fjør skrásetti løgreglan 119 mál.

Michael Boolsen, fúti, heldur, at hetta kann vera eitt tekin um, at Føroyar eru komnar nærri útheiminum, og á tann hátt finna eisini fleiri rúsevni vegin inn til Føroya.

– Føroyar menna seg eisini við heiminum kring seg. Ferðslan við útheimin er voksin nógv, og veksur ferðslan, so er tað náttúrligt, at fleiri rúsevni koma inn í landið. Tað verður torførari at hava fullkomið eftirlit. Fyrr vóru tvey flogfør um dagin, og tað var tað, sigur Michael Boolsen, fúti.

Les meira um broytingar í tølunum á ymiskum revsilógum og virksemisyvirlitið hjá løgregluni í Vikuskiftissosialinum, ið kann lesast her.