Á cruiseskipastevnu í Miami herfyri varð gjørd ein samstarvsavtala um felags marknaðarføring av sigling í Norðuratlantshavi. Í samstarvinum eru Orknoyggjar, Føroyar, Ísland, Grønland og Ný Foundland.
Á stevnuni varð eitt skjal undirskrivað av umboðum fyri hesi fimm oyggjasamfeløgini, har tey vátta at samstarva um at fáa fleiri skip til økið. Tað er cruise-vinnan í Ný Foundlandi og Labrador, sum hevur tikið stig til samstarvið, í eini roynd at fáa fleiri ferðamannaskip hagar.
Vegna Føroyar skrivaði havnarnevndarformaðurin í Havn, Leivur Hansen, undir skjalið. Tórshavnar havn hevur verið umboðað á Seatrade Cruise Shipping Convention í Miami síðani 1994.
Hetta var 23. stevnan av sínum slagi, har umboð fyri cruiseskipahavnir, umboðsfeløg og fyriskiparar av útferðum hitta umboð fyri reiðarí hjá ferðamannaskipum.
Umframt Tórshavnar havn vóru Faroe Ship, Tor Shipping, Green Gate Incoming og MB-Tours við á stevnuni hesaferð.
Væntandi vitja 45 ferðamannaskip við tilsamans 35.000 ferðafólkum á Havnini í summar. Hetta er met. Í fjør vitjaðu 41 skip við 24.000 ferðafólkum.