Fyri løtu síðani, var avgjørt, hvussu bólkarnir koma at síggja út í undankappingini til EM í fótbólti í Pólandi og Ukraina í 2012. Av teimum 51 londunum, sum eru við í útveljingini í morgun, fara 14 víðari til sjálva kappingina umframt vertslondini Póland og Ukraina.
Henda stóra og áhugaverda útveljingin fór fram í pólska høvuðsstaðnum í morgun. Tað er UEFA felagsskapurin, sum stendur á odda fyri hesum tiltakinum. Føroyar eru í bólki saman við Estlandi, Slovenia, Norðurírlandi, Serbia og Italia.
Danmark er komið í bólk saman við Íslandi, Noregi, Portugal og Cypern.