Føroyar møguleika at enda á øðrum plássi í bólkinum

Tað er onki yvir at dylja, at rættiliga stórur áhugi er í Føroyum fyri landsdystunum ímóti Íslandi og Týsklandi. Landsliðið fór av landinum í gjár, har leiðin gekk til Íslands. Við í ferðalagnum eru umboð fyri flestu fjølmiðlarnar í Føroyum, og Sosialurin er sjálvsagt eisini við í ferðalagnum og fer komandi dagarnar at fylgja við okkara monnum undan dystinum í Reykjavík leygardagin.

Eftir øllum at døma eru tað ikki bert føroyskir fjølmiðlar, sum sýna føroyska landsliðnum áhuga. Á einari av mest vitjaðu heimasíðum hjá fótbóltsfjepparum, soccernet.com, er í løtuni ein sera áhugaverd og rúgvumikil grein um føroyska fótbóltslandsliðið.

Tað er enski journalisturin, Chris Connelly, sum hevur skrivað greinina. Hann vísir á, at komandi vika verður størsta fótbóltsvikan hjá føroyingum nakrantíð. Onglendingurin er so mikið bjartskygdur undan stóru uppgávunum ímóti Íslandi og Týsklandi hjá føroyska landsliðnum, at hann metir tað ikki vera heilt óhugsandi, at føroyingar fara at fáa úrtøku úr báðum dystunum.

Hann væntar eisini, at føroyingar væl kunnu gera seg galdandi í kappingini um annað plássið í bólkinum. Hann metir Týskland vera sterkasta liðið í bólkinum, men eftir hansara tykki kunnu øll hini liðini enda á øðrum plássi. Liðini, ið enda á øðrum plássi fáa atgongd til ein sokallaðan play-off dyst um eitt pláss í EM kappingini í Portugal næsta summar.


Chris Connelly fylgir eftir øllum at døma væl við í føroyskum samfelagsviðurskiftum í løtuni, ti hann nevnir í grein síni um landsliðið, at stórt verkfall herjar oyggjarnar í løtuni.

Onglendingurin vísir á, at týskararnir skulu ikki taka sær av verkfallinum, og áttu heldur at hugsa um føturnar hjá vandamikla læraranum, John Petersen, sum vanliga hevur lætt at finna fram til málmeskarnar. Størsta hóttanin hjá týskararunum átti tí heldur at verið John Petersen, og ikki drúgva verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum, skrivar Chris Connelly millum annað í grein síni.