LIMASKAPUR
Frá 5. desember 2002 eru Føroyar at rokna sum atlimur í IMO ? International Maritime Organization.
Atlimaskapur merkir, at vit kunnu luttaka á fundum og hava somu rættindi og skyldur, men hava ikki atkvøðurætt og kunnu ikki sita í ráðnum fyri IMO.
?Við atlimaskapi ber til at møta á fundum, taka orðið og luttaka í øllum samráðingum í IMO. Tó hava einans fullgildugir limir, t.e. sjálvstøðug lond, atkvøðurætt. Hinvegin verður hildið, at tað hevur minni týdning, av tí at atkvøðugreiðsla ógvuliga sjáldan kemur fyri í IMO. Føroyski atlimaskapurin í IMO er søguligur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, Føroyar hava fingið atlimaskap í felagsskapi undir ST, og hetta er einasti millumtjóðafelagsskapur, umframt NAMMCO, har ið Føroyar eru umboðaðar undir egnum navni. Við øðrum orðum, atlimaskapurin í IMO má metast at vera størsta stovnsliga frambrot á sjálvstýrisleið í føroyskum uttanríkispolitikki síðani 1948, stendur at lesa í tíðindaskrivi.
Orsakað av reglunum hjá IMO eru Føroyar formelt vorðnir limir hin 5. desember, men bíðast skuldi við at almannakunngera hesa hending.
IMO er stovnur undir ST. Føroyar eru ikki limir í ST, men tað er Danmark, og tað er umvegis Danmark, at Føroyar nú er vorðið limur.
Stovnurin fær í lag og umsitur altjóða sáttmálar viðvíkjandi trygd og umhvørvi á sjónum.
Málsøkið trygd á sjónum varð yvirtikið 1. januar 2002, og føroysk umboð hava verið á fundum hjá IMO áður.
IMO hevur sæti í London.
? Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar at hava atlimaskap í IMO, serstakliga eftir, at málsøkið trygd á sjónum er yvirtikið sum føroyskt sermál og landið hevur stovnað skipaeftirlit. Eisini verða havumhvørvismál yvirtikin í næstu framtíð. Nýstovnaða Sendistovan í London fær dagligu ábyrgdina av atlimaskapinum, og nýstovnaða Skipaeftirlitið fer at fáa nýggjar og spennandi altjóðauppgávur. Nú kunnu føroyingar vera við til at ávirka avgerðir, ið leggja altjóðabond á Føroyar longu frá byrjan, og fáa skjótari og betur kunning um tað nýggjasta á økinum. Fyri eitt land við so nógvum virksemi knýttum at havinum er IMO ein sera viðkomandi og týdningarmikil felagsskapur, skrivar Løgmansskrivstovuna í tíðindaskrivi.









