Føroyar liggja mitt á "motorvegnum"

- Við útbyggingini fer Bergfrost at teljast millum tær stóru fiskagoymslurnar í Norðurlondum, sigur stjórin, Símin Pauli Sivertsen.

Tað var í desember í 2015, at Bergfrost í Fuglafirði keypti teir seinastu tveir tunlarnar - tunnil 4 og 2 og miðgongdina - til allar fimm tunlarnar frá Fuglafjarðar kommunu. Tríggir teir fyrru tunlarnir, 5, 3 og 1, vórðu keytir í 2012, soleiðis at felagið nú eigur allar tunlarnar, sum Fuglafjarðar kommuna í sínari tíð bygdi.

 

- Vit miðja eftir, at nýggju og øktu frystimøguleikarnir skulu verða klárir at taka í nýtslu næsta ár. Enn er ikki alt ruddað út, eftir at teir báðir seinastu tunlarnir hava verið leigaðir til mjølgoymslu hjá Havsbrún, Men, tá tað arbeiðið er gjørt, skulu tunlarnir vaskast, turkast og málast hvítir innan.

 

Tað sigur stjórin í Bergfrost, Símin Pauli Sivertsen. Hann vísir á, at ætlanin er at starta nýggju tunlarnar og tann partin av miðgongini, sum eisini skal brúkast til frysting, upp í mai mánaði næsta ár, og ætlanin er at taka allan tann nýggja partin av frystigoymsluni í brúk samstundis.

 

- Maskinrúmið skal eisini útbyggjast til tvífalt so stóra orku sum í dag. Vit skulu hava ein nýggjan kompressara av sama slagi sum tann, vit hava, og rør og blásarar skulu leggjast undir loftið. Teir tríggir frystitunlarnir hjá okkum, sum eru í brúki, koma at koyra sum vanligt alla tíðina, meðan arbeitt verður, sigur hann.

 

Símin Pauli Sivertsen vísir á, at tá alt er komið upp at koyra tíðliga næsta summar, hevur Bergfrost ein samlaðan goymslukapasitet á út við 25.000 tons, tá alt er væl stúvað. Tá fer frystigoymslan í Fuglafirði at teljast millum tær stóru fiskagoymslurnar í Norðurlondum.

 

Stjórin sigur, at ætlanin hjá Bergfrost er ikki at veksa enn meira um goymslukapasitetin í Fuglafirði, men felagið fer heldur, sum tíðin gongur, at nútímansgera sítt goymsluvirksemi.

 

- Vit gleða okkum til at kunna selja fleiri kundum goymslupláss, nú frystikapasiteturin verður øktur. Vit fáa nógvar fyrispurningar um goymslupláss, og tað er afturvendandi, at vit ikki kunnu taka ímóti. Vit kenna sjálvsagt eisini eina skyldu yvirfyri einum so stórum veitara sum Pelagos, sum hevur brúk fyri nógvum goymsluplássi í vertíðini.

 

Símin Pauli Sivertsen vísir á, at tíðliga um summarið, og áðrenn vertíðin hjá Pelagos byrjar um heystið, tora teir á Bergfrost ikki at taka ov nógv inn á goymsluna.

 

- Potentialið innan goymsluøkið er velduga stórt, tí Føroyar liggja mitt á ”motorvegnum” hjá fleiri skipum og tjóðum, sum veiða her um okkara leiðir. Vit hava ligið í einum ávísum andróðuri, har vit ikki hava havt nóg mikið av goymsluplássi til allar teir fyrispurningar, sum eru, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Stjórin sigur, at bara russisku skipini, sum fiska um okkara leiðir, umskipa eini 250.000 tons í føroyskum havnum um árið.

 

- Við útbyggingini av frystiorkuni verður Bergfrost eisini lyft upp á eitt hægri heilsufrøðiligt støði, nú einki mjøl verður inni í tunlunum longur. Útbyggingin kemur eisini at merkja, at frystigoymslan verður nógv rúmligari og arbeiðsligari, sigur Símin Pauli Sivertsen.