- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit tryggja okkum hesi rættindi, tí møguleiki er fyri, at hetta risa økið kann goyma orkukeldur, sigur Jørgen Niclasen. Føroysku landgrunskrøvini eru nú latin ST. Hetta hendi í gjár, tá Føroyar saman við Danmark handaðu ST, Sameindu Tjóðum, próvførsluna fyri ytra landgrunskravið til syðra partin av Føroyaháslættanum, sum eisini verður róptur Faroe-Rockall Plateau.
Við hesum er áralangt arbeiði liðugt, har stórt stig er tikið til at tryggja rættindi Føroya til ytra landgrunnin í ein útsynning úr Føroyum.
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sigur, at Føroyar í fjør lótu vit inn kravið til økið norðanfyri, og nú hava vit so eisini latið endaliga kravið inn til syðra partin av Føroyaháslættanum.
- Sostatt er vit liðug at prógva okkara rættindi til landgrunnin, og hetta drúgva vísindaliga arbeiði til Faroe-Rockall Plateau hevur tikið okkum heili 8 ár.
Uttanríkisráðharrin vísir á, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit tryggja okkum hesi rættindi, tí møguleiki er fyri, at hetta risa øki kann goyma orkukeldur sum bæði olju og gass.
Føroyar og Danmark hava síðan 2002 í felag fyrireikað landgrunskrøvini kring Føroyar. Jarðfeingi, sum er stovnur undir Vinnumálaráðnum, hevur Føroya vegna staðið fyri fyrireikingunum av kravinum.
Landgrunskravið er 608.000 ferkilometrar til støddar, har syðsta punktið á kravinum er umleið 820 fjórðingar frá grundlinjunum.
- Próvførslan varð handað Sameindu Tjóða landgrunsnevndini (Commission on the Limits of the Continental Shelf) umvegis ST aðalskrivaran sambært mannagongdunum í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 1982, sigur Jørgen Niclasen.