– Føroyar kunnu seta treytir til USA

– Tað kann hugsast, at amerikanararnir saktans eru til at tosa við, sigur danskur serfrøðingur

Tað eigur at bera til hjá Føroyum at fáa okkurt burturúr amerikanska áhuganum fyri Føroyum. Tað meinar danski militergranskarin Steen Kjærgaard, sum arbeiðir á Forsvarsakademiet.

Hetta sigur hann í grein í seinasta VikuskiftisSosiali, har amerikanski áhugin at brúka føroyskar havnir til síni herskip verður viðgjørdur. Les meira um tað HER.

Enn er eingin almennur fyrispurningur komin frá USA. Men um USA kemur við einum ítøkiligum fyrispurningi um hetta, so kunnu Føroyar nakrar treytir til USA, meinar Steen Kjærgaard.

– Føroyar mugu royna at gera nakrar avtalur, har mann syrgir fyri, at amerikanararnir ikki verða permanent til staðar, men t.d. rotera, soleiðis at tað gevur so lítla ávirkan sum gjørligt. Men mann kann ikki bara nokta amerikanarum atgongd. Tað hevði verið sera ósmart á búskaparligum, politiskum og diplomatiskum støði, sigur Steen Kjærgaard.

Mikkel Runge Olesen, granskari í DIIS, meinar eisini, at tað eigur at bera til at fáa okkurt burtur úr støðuni viðvíkjandi amerikanska áhuganum at brúka føroyskar havnir.

– Tað kann hugsast, at amerikanararnir saktans eru til at tosa við. So tað handlar eisini um, um mann vil vera upp á tvørs og avvísa alt frá byrjan, ella um mann heldur vil fara proaktivt í dialog við USA og finna útav, um mann kann fáa tað til at hanga saman, soleiðis at tað eisini verður føroyingum til gagns, sigur Mikkel Runge Olesen og leggur aftrat, at tað kann vera, at tað amerikanska trýstið einaferð verður so mikið stórt, at mann verður noyddur at siga ja kortini, hóast mann kanska helst vil sleppa undan.

Les eisini: Herskip til Føroya? Verður ringt at siga nei við USA

Danska Verjumálaráðið sigur soleiðis í skrivligum svari til okkum, tá vit spyrja um málið:

– USA er okkara tættasti sameindi. Amerikansku ætlaninirnar um at brúka logistisk stuðulspunkt í Føroyum og Grønlandi eru ikki nýggjar. Vit í Danmark eru til reiðar til at samráðast um hetta í tættum dialogi við Føroyar og Grønland. Soleiðis verður tað eisini, um har kemur ein ítøkiligur fyrispurningur frá USA.