Føroyar kunnu missa førleikar av landinum

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sær tað ikki sum ein trupulleika, at útlendingar virka í Føroyum. Stóri trupulleikin er, um vit missa førleikar av landinum, ella um føroyingar ikki hava sama møguleika sum útlendingar at bjóða upp á arbeiðir


Vinnuhúsið er ikki bangið fyri, at kapping valdar, tá talan er um uppgávur, ið skulu gerast í samfelagnum, men Marita Rasmussen, stjóri, er bangin um eina gongd, sum er í løtuni, har føroyingar ikki hava somu møguleikar sum útlendingar at bjóða upp á arbeiðir.

- Tað eru konkret mál, har føroyingar ikki eru slopnir at bjóða, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, uttan at vilja velja nakað dømi. Hon leggur afturat, at størsti trupulleikin ikki er, at vit kunnu missa eitt sindur av peningi av landinum.

- Stóri trupulleikin er, um vit missa nakrar førleikar av landinum, vísir Marita Rasmussen á. Men hon roknar ikki við, at hetta fer at henda í sama mun, sum fyrst í 90unum, tá yrkið sum sveisari til dømis datt burtur í Føroyum, og nógvir handverkarar fluttu av landinum at starvast.

- Í 90unum var stóra kreppan her, og útlendingar stóðu við opnum ørmum at fáa dugnaligar føroyingar til arbeiðis. Í dag eru avbjóðingar kring allan heim, so tað er ikki heilt tað sama, sigur stjóri Vinnuhúsinum.


Styrkt úr kreppu

Marita Rasmussen er eisini á ein hátt bangin fyri, at føroyingar risikera at koma veikari úr kreppuni, enn onnur lond, um politiski myndugleikin tekur nøkur stig.

- Vit mugu fyrst og fremst vóna, at politiski myndugleikin ger lisitatiónir, soleiðis, at føroyingar eru í eini javnbjóðis kapping við útlendingar. Tí annars kunnu vit risikera at missa førleikar, sigur Marita Rasmussen. Hon vísir á, at ein møguleiki er, at gera nakrar strategiskar útbjóðingar, har mann avmarkar talið av útlendskum fyritøkum. Soleiðis, at vit hava ein møguleika lata vera við at gerast veikari viðvíkjandi førleikum, enn vit vóru áðrenn kreppuna.


Íslendingar í Føroyum

Í løtuni eru nógvar uppsagnir í føroyskari byggivinnu, handverkararnir siga seg ikki kunna kappast við íslendska lønarlagið, og tí verða fyritøkurnar noyddar at siga fólki upp.

Vinnuhúsið arbeiðir við málinum.

- Vit kanna í løtuni málið, og royna at fáa serfrøðingar at hyggja at tí, sigur Marita Rasmussen, ið ikki vil úttala seg so nógv um konkreta málið við íslendingum og byggivinnu, tí tað er eitt trupult mál. Men hon vísir á, at Vinnuhúsið kemur við eini útsøgn um málið í næstu viku.