Nú tosað verður um at fáa meira ferð á vinnuhjólini við m.a. at seta skjøtil á nýggjar vinnur, eiga vit at leggja okkum í geyma ta positivu gongd, sum er á leiðunum millum markið og Hetland. Hví hetta økið hevur ella kann fáa týdning fyri okkum skal verða nomið við á hesum stað í dag.
Umboð fyri okkara vinnulív, myndugleikar og politisku skipanina tosa javnan um, hvussu vit kunnu endurnýggja, menna og fjøltátta vinnulívið, og her verður ikki bara hugsað um dagin í dag men eisini og ikki minst uppá longri sikt. Fiski- og alivinnan roynir alla tíðina at endurnýggja seg og troyta tilfeingið fult út, og her liggja heilt givið nógvir møguleikar fyri framman. Eisini innan KT, ferðavinnuna og á øðrum økjum finnast møguleikar. Tað ræður um at síggja og troyta teir.
Og enn eitt tilfeingi, sum vit av og á seta fokus á, eru møgulig ráevni í undirgrundini. Her er longu gjørt eitt stórt arbeiði. Dugnaligir politikarar og embætisfólk hava ruddað slóð fyri hesum útviklingi við at fáa avtalu við danir um ognarrætt til ráevni í undirgrundini, avtalu við bretar um markið og síðani tað stóra forarbeiði, sum er gjørt í sambandi við at fáa lóggávu uppá pláss og fyrireika seg til leiting. Nú um ikki so langa tíð verður aftur sett á at bora, tann sjeyndi brunnurin stendur á skránni.
Um somu tíð henda stórar broytingar í grannalagnum, sum eisini kunnu fáa alstóran týdning fyri framtíðina á føroyska landgrunninum. Vit hava áður umrøtt tey bæði stóru oljufundini tætt upp at markinum í bretskum øki, Rosebank og Cambo, sum eftir øllum at døma verða bygt út, tvs. at vit um nøkur fá ár hava tvey framleiðandi olju- og gassfelt heilt tætt upp at markinum. Fyri at kunna sleppa av við serliga gassframleiðsluna er neyðugt at útbyggja undirstøðukervið her eisini. Og eitt útbygt undirstøðukervi beint við markið fer at fáa sera stóran týdning fyri komandi olju- og gassfund á okkara landgrunni. Tað kann gerast tað, ið skal til fyri at gera møgulig minni fund lønandi. Og her kemur so gongdin á gassøkinum vestan fyri Hetland okkum til hjálpar. Ì hesum døgum hevur franski oljurisin TOTAL gjørt av at útbyggja fyrsta veruliga gassfeltið í økinum, Laggan við at gera íløgur í rørleiðing og útbúnað á landi í Hetlandi fyri nærum 10 milliardir krónur. Hetta verður gjørt eftir at felagið í mong ár hevur borað metingarbrunnar fyri at vita, um tað loysir seg at taka gassið upp úr undirgrundini. Avgerðin at fara í gongd fer at fáa sera týðandi avleiðingar fyri alt økið, tí rundan um Laggan finnast nógvar gasskeldur, sum bráddliga verða lønandi, tá rørleiðing verður tøk í økinum.
Í vinnutáttinum í Sosialinum í morgin verður gongdin vestan fyri Hetland umrødd. Samrøða er við eitt av oddafólkunum í Dong, sum fer at bora sín fyrsta gassbrunn sum fyristøðufelag í umrødda øki í summar. Tað vit síggja fyri okkum er í veruleikanum ein spildurnýggj gassprovins, sum skal veita tað lívsneyðuga gassið til mongu brúkararnar í Bretlandi og inni á meginlandinum í kapping við russiskt gass. Og her kunnu gasskeldur við Føroyar hava ein týðandi leiklut.