- Fer ES at boykotta Føroyar, er hetta tað sama, sum hendi, tá ið Kuba varð boykottað.
Løgmaður sparir ikki krútið, tá ið hann forklárar danska almenninginum um sildastríðið ímillum Føroyar og ES.
Í samrøðu við danska blaðið Politiken vísir hann á, hvussu álvarsligt eitt ES-boykott er og har endurtekur hann tað, hann áður hevur ført fram í Føroyum.
- Fer ES at útihýsa Føroyum, er tað ein revsing, sum er alt ov ógvuslig.Tað svarar til tað, sum varð gjørt ímóti Kuba, staðfestir hann fyri danska almenninginum.
Men hann vísir eisini danskarum á, at verða Føroyar boykottaðar við teirri avleiðing, at føroysk skip heldur ikki sleppa í danska havn, fer tað somuleiðis at kosta donsk arbeiðspláss í hópatali.
- Tað fer at vera eitt álvarsligt bakkast fyri havnarbýirnar í Vesturjútlandi, tí føroyingar føra hvørt ár hundraðtúsundtals tons av fiski niður ígjøgnum Jútland.
Løgmaður sigur, at hesin føroyski útflutningurm skapar túsundtals arbeiðspláss í Jútlandi.
Heldur ikki danski uttanríkisráðharrin er heilt álviligur við støðuna, tí hóast Danmark er ímóti, at ES boykottar Føroyar, hevur Danmark ov fáar atkvøður at forða fyri einum boykotti.
Og so standa vit í teirri margháttligu støðu, at ein partur í ríkinum boykottar ein annan part í ríkinum og tað er ein spurningur, sum má viðgerðast.
Hann vísir á, at hetta kann tað fáa kjakið um ríkisfelagsskapin at kykna upp aftur.
Villy Søvndal vísir á 600 ára langa hjúnalagið ímillum Føroyar og Danmark og at eini hjún fara ikki frá hvørjum øðrum, hvørja ferð kinkur kemur í.
- Eitt hjúnalag má eisini klára nakrar stoytir. Vit kunnu koma styrkt burtur úr hesum ov vit kunnu koma viknað burtur úr hesum, sigur danski uttanríkisráðharrin við Politiken.










