Hóast tað krevur nógv, so er vinningurin eisini stórur, og samfelagið fær eitt stórt tilfeingi, tá valt verður at bjóða flóttafólki friðskjól. Føroyar kundu eisini tikið ábyrgd og hjálpt flóttafólki, men umráðandi er at finna styrkina sum samfelagið hevur at bjóða, heldur Linda Rós Alfreðsdóttir, fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum, sum vitjaði í Føroyum fyri kortum.
Linda Rós Alfreðsdóttir, fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum, hevur drúgvar royndir at arbeiða við kvotaflóttafólki í Íslandi. Hon greiðir frá, at høvuðsendamálið við at taka í móti flóttafólki er at verja og bjarga lívum, og at veita flóttafólki møguleika til, at fáa eitt virðiligt lív.
Ísland brúkar skipan til kvotaflóttafólk, og tað merkir at landið hevur bundið seg til at taka í móti einum ávísum tali av serliga útsettum flóttafólki árliga. Ísland hevur tikið í móti flóttafólki síðani 1956. Frá 1956 til 2016 eru 597 flóttafólk komin til Íslands.
-Eisini er upplagt, at Ísland lutar av royndum sínum, tí um Ísland hevur møguleika at taka í móti flóttafólki, so kunnu onnur lond eisini. Føroyar kundu eisini tikið í móti flóttafólki, tí hetta er ein spurningur um at vísa ábyrgd, sigur hon, tá hon verður spurd um, hvat Føroyar við sínum fáu 50.000 íbúgvum veruliga fær gjørt í flóttafólkakreppuni.
Hon leggur afturat, at um Føroyar stóðu í tí støðuni, at takast skuldi í móti flóttafólki, so verður mælt til at hyggja inn eftir, og vita hvat føroyska samfelagið hevur at bjóða. Bæði styrkin og veikleikin skulu passa til einstaka flóttafólki, sum flytur til landið.
Hon heldur, at tað er umráðandi, at vit hyggja at hvar vit fáa gjørt størsta munin og hyggja at hvørjar styrkir samfelagið hevur.
Eisini er umráðandi at veita sær kunning, og tosa við onnur úr hinum norðanlondunum, sum hava royndir innan økið, staðfestir hon.









