Føroyar krøkt seg av altjóða samfelagnum

? Heimurin klárar seg saktans uttan 48.000 føroyingar og eini 100.000 tons av upsa og øðrum botnfiski. Men Føroyar kunna ikki klára seg uttan at vera ein partur av heimsbúskapinum, sigur Óli Samró

Fiskivinnukreppa

? Eg skilji ikki kjakið í Føroyum um trupulleikarnar í fiskivinnuni.
Óli Samró, búskaparfrøðingur, heldur, at skal fiskivinnan í Føroyum fóta sær aftur, skal nógv meiri til, enn tað, sum kjakið nú snýr seg um.
? Trupulleikin, sum vit hava at dragast nú, er, at Føroyar eru óálítandi at keypa frá. Men veruleikin er, at føroyingar eru krøkt seg sjálvar av í alheimsgerðini.
Fá hava sum Óli Samró fylgt við gongdini í føroysku og altjóða fiskivinnuni. Hann hevur arbeitt við búskapi í føroyskari og í altjóða fiskivinnu í 15 ár. Samstundis hevur hann í fleiri ár verið formaður í fiskidaganevndini og limur í formansskapinum í búskaparráðnum.
Hesi seinastu tvey árini hevur hann arbeitt í Haag í Niðurlondum.
Vit hava spurt hann, hvat hann heldur skal til fyri at fáa fiskivinnuna í føroyum á føtur aftur.
Hann heldur, at kjakið um føroyska fiskivinnu í løtuni kemur ikki at føra langt.
? Kjakið snýr seg at kalla bara um smálutir í fiskivinnuni, har tað ikki er sjálv sjúkan, sum verður viðgjørd, men einans sjúkueyðkennini.
Kjakast verður um flakavirkini í Vági og í Hvalba, um at støddarskilja fisk og um betri flutningsamband til Skotlands. Tað verður enntá at kjakast um at tvinga fisk um eina uppboðssølu.
? Tað er avgjørt positivt, at løgmaður hevur sett sær eina 15 ára langtíðarætlan fyri framtíð Føroya. Men tað er í stórari andsøgn við hesi langtíðarmál, at landsstýrismenninir í fíggjarmálum og fiskivinnumálum sita og viðgera rakstrarstuðul til fiskivinnuna við at umhugsa at lata stuðul til rækjuvinnuna.
? Øll orka verður løgd at kjakast um smálutir sum hesar og tað er heilt burturvið. Øll politisk orka verður løgd at stýra fiskivinnuni niður í smálutir, tí atlit skulu takast fyri øllum møguligum, bæði fyri arbeiðsloysi, økismenning og øðrum.
Sostatt heldur búskaparfrøðingurin, at hóast dúgliga verður kjakast, verður ongantíð komið inn á sjálva kjarnina í trupulleikanum.
?Men skal nakað spyrjast burturúr, verða vit noydd til at kalla ein spaka fyri ein spaka. Og veruligi trupulleikin er, at føroyingar klára seg ikki í altjóða handilsvinnuni. Men ístaðin fyri at viðgera tann spurningin, tosa vit um at støddarskilja hýsu, sum um tað var ein trupulleiki, sum galt lív ella deyða.
? Vit vilja fegnir hava tamarhald á einum hóttandi ruðuleika við at stýra fiskivinnuni heilt niður í smálutir. Í veruleikanum er avleiðingin, at ruðuleikin verður bara størri og størri.
Hinvegin verða teir grundleggjandi og veruligi trupulleikarnir valla tiknir upp á tungu.

Fiskvinnan snýr seg um "business"
Òli Samró sigur, at fyrsta treyt fyri at koma víðari er, at føroyingar ásanna, at fiskivinnan snýr seg um "business", har tað snýr seg um at vinna pening.
Hann heldur, at tað allarfyrsti spurningurin er, um vit skulu haldast fast við eitt mynstur í Føroyum, har vit uppala fólk til at fara úr sjeynda flokki umborð á eitt skip at fiska ella á eitt flakavirki at skera fisk til flak.
? Er tað hetta samfelagið vit vilja hava, eiga vit eisini at taka avleiðingarnar av tí og at taka teir flestu útbúgvingarmøguleikarnar av, tí í einum slíkum samfelagi er er ikki brúk fyri einum høgum útbúgvingarstøði, tí so eru vit flutt 50 ár aftur í tíðina.
? Men so mugu vit eisini gera okkum greitt, at soleiðis sum gongdin er í heiminum í dag, fer tað fer tað í einum slíkum føroyskum samfelagi ikki at bera til at varðveita tað høga livistøðið, vit hava í dag. Tvørturímóti fer liviðstøðið at lækka.
Hin spurningurin er um vit skulu byggja eitt samfelag upp við einum høgum útbúgvingar- og vitanarstøðið, so at vit standa okkum í framkomnum, altjóða samfelagi.
Sjálvur ivast Óli Samró ikki í, at tað er tann seinni møguleikin, vit eiga at byggja samfelag okkara á.
? Alt annað er at lækka livistøðið til støðið í einum menningarlandi.
Men hann sigur eisini, at velja vit hetta seinna, mugu vit eisini taka avleiðingarnar av tí og at skipa eitt samfelag sum kann standa seg í altjóða handilsverðini og her er neyðugt at fara heilt aftur í barnaskúlan fyri at fáa rættlag í.

Føroyar ringt orð á sær
Og her er ein annar avgerandi trupulleiki í føroyska samfelagnum.
? Í altjóða handilsverðini verða Føroyar uppfataðar sum óálitandi samstarvsfelagi og tí eru tað so nógv, sum als ikki vilja keypa føroyskan fisk.
Óli Samró sigur, at vit hava ein bygnað sum førir við sær, at føroyingar eru ikki nóg álítandi at hava samhandil við.
Eitt, sum hann sipar til, er at føroyska samfelagið í heilum er í vanda fyri at verða lagt lamið av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Teir, sum selja fiskavørur eru prísgivnir, tí teir vita ongantíð, um teir kunnu útvega tann fiskin, sum teir royna at selja.
? Í allan januar mánaði hevur føroyski fiskiflotin verið hóttur av verkfalli. Og í vár kemur tørnið til arbeiðarafeløgini.
? Hvussu nógvum fiski kunnu føroyskir útflytarar veita leveringstrygd fyri hesa tíðina?, spyr Óli Samró.
Hann sigur, at slíkt ger, at á marknaðinum í Evropa, verða føroyingar ikki mettir at vera álítandi leverandørar.
? Eitt land tolir heilt einfalt ikki at hava so ringt orð á sær sum samstarvsfelagi, sum Føroyar hava á altjóða marknaðinum.
Fiskakeyparar hava ikki gloymt várið og summari í 2003, tá ið verkfall elvdi til, at føroyingar ikki fingu levera fisk í fleiri vikur.
? Og hvør útflytari í Føroyum kann binda seg til at levera ávísar nøgdir, tá ið hann ongantíð veit um hann fer fisk frá skipunum ella ikki, eitt nú tí at skip kunnu taka fiskin aftur av uppboðssøluni.
Fiskakeyparar eru ikki sinnaðir at brúka tíð uppá ein føroyskan seljara, sum má noyðast at sannføra teir um, at teir skulu nokk levera tað, sum biðið verður um. Teir fara heldur til teir seljarar, har teir vita, at teir fáa trygga levering - og tað er ikki frá føroyingum.
? Av tí, at vit onga leveringstrygd hava, fáa vit heldur ongan prís, tí ein keypari er sjálvandi ikki sinnaður at betala einum ótryggum leverandøri eins góðan prís sum einum tryggum leverandøri.
? Annars hevur marknaðurin í Evropa stórliga brúk fyri fiski, tí kvoturnar minka allastaðni. Men tá ið keyparar í Evropa leita eftir leverandørum, leypa teir tilvitað Føroyar um og fara heldur til Noregs og Íslands.
Hann sigur, at veit dømi um at keyparar vilja fegnir hava føroyskan fisk, men tey keypa hann heldur frá einum donskum ella skotskum millumhandlara, tí føroyingar eru ikki alítandi leverandørar.
? Og sum støðan er í dag, haldi eg, at stórur vandi er fyri, at føroyingar heilt fara at missa ta vinnu, sum eitur fiskivinnu á landi, tí øll okkara skipan byggir á, at vit skulu vera rávøruleverandørar til Skotlands og Danmarkar. Og eg dugi ikki at síggja nøkur tekin í sól á mána til, at hesi viðurskifti fara at broytast.
? Samstundis hava vit sett okkum í ta støðu, at vit útflyta nógvan heilan fisk til virkingar í Skotlandi og Danmark. So umframt at kappast ímóti Norðmonnum í Íslendingum, skulu vit eisini kappast ímóti føroyskum fiski, sum er seldur dønum og skotum heilur.
? So vánalig er støðan í veruleikanum, sigur Óli Samró.
Hetta er støðan, hóast tað ongantíð verið so stórt trot á fiski sum nú. Prísinum á síðsta liðnum á marknaðinum er heldur onki galið við.
Hann leggur afturat, at bæði í Noregi og í Íslandi hava teir dugað rættiliga væl at fylla tað tómrúmið sum hevur verið á marknaðinum, ímeðan føroyingar hava gjørt seg til rávøruleverandørar til millumhandlarar .
Bara fyri at beina allar misskiljingar av vegnum, leggur Óli Samro dent á, at hann leggur ikki upptil, at skip og virki skulu leggjast saman, tí tað sær hann onga sum helst orsøk til.

Eitt stríð um vald
Óli Samró sigur, av veruliga stríðið í føroysku fiskivinnuni er eitt maktstríð ímillum ymiskar áhugabólkar, Ráfiskakeyparafelagið, og Ráfiskaseljarafelagið, Fiskimannafelagið, Skipara- og navigatørfelagið, landspolitikarar, lokalpolitikarar o.s.fr.
Hann sigur, at í Føroyum er rætturin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at fara í verkfall raðfestur hægstur av øllum og má ikki rørast, hóast hetta er ein hugburður og eitt amboð, sum als ikki passar inn í eitt framkomið samfelag í 2005.
? Avleiðingin fyri alivinnuna av verkfallinum í 2003 hevur uttan iva verið stór. Og avleiðingarnar av verkfallinum fyri útflutingin, vóru somuleiðis óbøtandi.
Og í allan januar mánaði hevur vandi verið fyri, at skiparar og stýrimenn skuldu fara í verkfall. Í nógvum førum hevði talan verið um at fari í verkfall ímóti sær sjálvum, tí tað er ikki óvanligt, at tað eru skipararnir og stýrimenninir, sum eisini eiga skipini og sostatt er eru reiðarar og umboða kapitalin.
Óli Samró sigur, at hetta er ein støða, sum er heilt burturvið.
? Hevur nakar hugflog til at hugsa sær, at stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum, Fiskavirking ella Føroya Banka, skuldi fari í verkfall, ella Poul Michelsen ímóti heilsølueigarum, spyr hann.
Tað sigur seg sjálvt, at eitt samfelag kann ikki mennast undir slíkum skipanum, leggur hann afturat.
Hann leggur kortini dent á, at hetta er ikki bara vent ímóti fakfeløgunum.
? Arbeiðsgevarar og reiðarar mugu eisini taka í egnan barm og lyfta seg upp á eitt hægri støðið, sigur Óli Samró.
? Men allir hesir bólkar viðgerða bara sjúkueyðkennini, ístaðin fyri at viðgera sjálvan trupulleikan.
Og veruligi trupulleikin er: Hvussu verða Føroyar ein partur av heimsbúskapinum? Hvussu krøkja vit okkum aftur í altjóða menningina?

Hvar er altjóðagerðin í Føroyum
Eitt sum Óli Samró saknar stórliga í hesum sambandi, er eitt kjak um, hvussu sambandið ímillum føroyar og ES skal vera.
? Hvar er ES-viðgerðin í Føroyum. Einki er hent síðan vit skrivaðu reyða og bláa álitið. Síðan tá, hava fleiri lond í Eysturevopa megnað at gerast limir í ES. Enntá lond sum Ukraina, eru farin at fyrireika seg at sleppa við í ES.
Óli Samró minnur á, at hetta eru lond sum fyri fáum árum síðan vóru kommunistisk.
? Men í Føroyum gongur illa bara at fáa eina kumuleringsavtalu við ES.
Hann sigur, at sjálvandi ber til hjá Íslandi, Noregi og Føroyum at fáa veruligar avtur við ES.
? Samráðast londini saman og treyta sær at fiskivinnuumsitingin verður lokal, dugi eg ikki at síggja nakran trupulleika í tí.
-? ES hevur víst vilja at fáa øll lond í Vesturevropa sum limir. Tað hevur ES eisini víst í verki, í samráðingunum við gomlu kommunistisku londini, har nógvar politiskar semjur vórðu gjørdar, m.a. tí at hetta vóru lond, sum hava stórar trupulleikar at halda altjóða ásetingarnar um mannarættindini.
Men hann minnir samstundis á, at tað eru sjálvandi fyrst og fremst umsøkjaralondini sum mugu laga seg til ES og ikki øvugt.
? Heimurin klárar seg saktans uttan 48.000 føroyingar og eini 100.000 tons av upsa og øðrum botnfiski. Men Føroyar kunna ikki klára seg uttan at vera ein partur av heimsbúskapinum, sigur Óli Samró.

Ikki bygt uppá altjóða handil
Óli Samró sigur, at føroyska samfelagsskipanin er ikki bygt uppá altjóða handil.
? Skipanin er bygt uppá veiðimentan, at vit skulu hava eina trygga sosiala skipan og kunna búleikast kring alt landið.
Hann nevnir eisini trupulleikarnar við arbeiðsloysinum í Suðuroy.
?Tað eru ikki trupuleikar, sum búskaparfrøðingar ella politiskar skipanir kunnu gera nakað við. Eitt samfelag, sum ikki hevur megnað at skapa nakað í eini 15 ár, hevur ein álvarsligan trupulleika, tí so er tað sjálvur neistin, sum er slóknaður og tað er ikki ein trupulleiki, sum búskaparfrøðingar kunnu loysa.
Hann sigur, at tað, sum hendir við at lata flakavirkið í Vági uppaftur, er ikki annað enn tað, at fiskur verður tikin frá onkrum øðrum, sum kanska ikki hevur nóg mikið frammanundan, tí tað kemur ikki meiri fiskur uppá land fyri tað um virkið í Vági er latið uppaftur.
Sjálvur er Óli Samró sannførdur um, at einasta gongda leið framá, er at skipa føroyska samfelagið soleiðis, at vit eru við í fremstu røð við einum høgum útbúgvingar- og vitanarstøði.
? Men so má gongdin hesi seinastu nógvu árini vendast. Í nógv ár er alt sum eitur marknaðarføring og søla so líðandi minkað niður í onki. Tey, sum fáast við slíkt í dag, eru flest øll yvir 40 ára gomul og eru eitt úrslit av teirri gomlu fiskasøluni, sum hevur havt tey í læru.
?Skipanin í Føroyum við vanligu flakavirkjunum hevur nú vart í næstan 50 ár, so at siga óbroytt og tað er í veruleikanum ógvuliga long tí hjá eini vinnu at halda fram eftir sama leisti.
? Men av tí at fá ættarliðsskifti er í vinnuni, verða vit hildin fast í eini gamlari skipan, sum tíðin er farin frá, tí menningin rundanum okkum gongur við rúkandi ferð. Í dag eru fá ung sølu- og marknaðartalent í menning í føroysku fiskivinnuni. Tað má enda galið, tá ið tey, sum skulu selja og marknaðarføra føroyskan fisk, verða tikin burturúr skipanini.
? Søla og marknaðarrøkt er ein spurningur, sum næstan ikki verður nevndur í kjakinum um føroyska fiskivinnu. Men skal marknaðurin røkjast, krevst eisini, at tey, sum fáast við marknaðarføring í Føroyum, fáa góðar umstøður at merkja tann altjóða impulsin.

Hugburðskreppa
Sostatt heldur Óli Samró at í løtuni er tað ikki fíggjarliga støðan og kappingarførið, sum eru høvuðstrupulleikin hjá føroysku fiskivinnuni.
-? Høvuðstrupulleikin er, at vit hava eina hugburðskreppu í føroysku fiskivinnuni. Vit mangla at viðurkenna, at vit hava ein trupulleika og at seta navn á trupulleikan.
Hendan hugburðskreppan ger, at vit hava ilt við at gjøgnumføra tær neyðugu bygnaðarbroytingarnar. Men fyrrenn tað er gjøgnumført, koma vit ikki burturúr naggatódnini.
? Men skal hendan bygnaðarbroytingin gerast í Føroyum, verður neyðugt at ungir, vælútbúnir føroyingar koma inn í vinnuna, so at vit kunnu fáa eina skipan, sum er tillagað alheimsgerðini og samstundis koma burtur frá eini skipan, sum ikki er tíðarhóskandi.
? Í løtuni arbeiða vit stuttskygd. Men tað, sum er neyðugt, er at arbeiða við langtíðarloysnum. Trupulleikin er kanska, at vit tora ikki at seta gongd á eina menning, tí tað fer sjálvsagt at fáa avleiðingar fyri onkran, samstundis sum onkur av teimum, ið hava valdið í dag, koma at missa sína støðu.
? Og so vilja vit heldur bara lata standa til, sigur Óli Samró.
? Men tað hevur ongantíð verið størri møguleikar í fiskivinnuni enn akkurát nú. Fiskivinnan í Evropa er bara ein viðfáningur av tí hon var. Ein orsøk er, at øll framleiðsla av frystum er flutt til Kina og onnur láglønarlond.
? Sostatt er hetta rætta løtan at sláa til. Men tíverri eru Føroyar ikki til reiðar at sláa til, tí vit ikki so frægt sum lúka tað mest grundleggjandi treytina fyri at vera við. Og tað er at vera ein álítandi samhandilsfelagi.
? Og fyrsta treytin fyri at mennast, er, at vit mugu gera upp við okkum sjálvum, at vit mugu vera ein álitandi samstarvsfelagi.
-? Tá ið vit hava tikið ta avgerðina, kunnu vit koma víðari, men heldur ikki fyrr, sigur Óli Samró.
-? Fyrsta treytin fyri at mennast, er at vit lata hurðina út í heim upp á víðan vegg og ikki bara brúka umheimin sum ferðamál. Føroyar skulu treyðugt enda sum eitt afturlatið land, ið ræðist útlandið og útlendingar. Tì mugu vit taka støðu til okkara leiklut í altjóða samfelagum. Tá ið vit hava tikið ta avgerðina, kunnu vit koma víðari- men heldur ikki fyrr, sigur Óli Samró.