Føroyar komnar upp í altjóða íløgufelagsskap

Føroyar vorðnar limir í altjóða felagsskapinum WAIPA (World Association of Investment Promotion Agencies). Talið á altjóða íleggjarum er nógv vaksið seinastu árini orsakað av altjóðagerðini. Tað sama er kappingin um útlendskar íleggjarar. Serliga er kappingin hørð, tá talan er um at draga íleggjarar til

vitanartungar vinnur.

Sum partur í føroyska arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum íløguland hava Føroyar fingið limaskap í altjóða felagsskapinum WAIPA. Hetta er ein altjóða felagsskapur fyri lond og felagsskapir, sum arbeiða við at draga útlendskar íleggjarar til sín.

Endamálið hjá WAIPA er fyrst og fremst samstarv og vitanarbýti. Í WAIPA eru 228

limir úr 156 londum.

Johan Dahl, landsstýrismaður, fegnast um føroyska limaskapin í WAIPA: ´

-Samstarvið við WAIPA skal fáa gongd á arbeiðið at marknaðarføra Føroyar sum íløguland. Í felagsskapinum eru nógvar smátjóðir limir. Fleiri av hesum smátjóðum hava klárað seg væl, tá talan er um at draga

íleggjarartil sín, og júst frá hesum smátjóðum kunnu vit læra, hvussu vit í Føroyum fáa sum mest burturúr, nú vit fara í holt við at bjóða okkum fram, sigur Johan Dahl.