Føroyar kjarnuøki hjá norska Statoil

Millum oljufeløgini, sum gjáramorgunin lótu inn umsókn til Oljumálastýrið til at vera við í 1. útbjóðing, var norski oljurisin Statoil. Felagið hevur verið eitt av teimum virknastu feløgunum á Føroyaøkinum, síðani menn av álvara fóru at tosa um møguleikan at finna olju á landgrunninum. Og tað eru skjótt trý ár síð-ani, at Statoil og partnarar tess í AMG (Atlantic Margin Group) søgdu seg vera tilreiðar at fara undir at bora um okkara leiðir. Men Statoil hevur eins og onnur oljufeløg verið noytt til at búgva seg út við toli orsakað av marknatrætuni.

Í gjár var so seinasti dagur at lata inn umsókn til at fáa lut í teigunum á landgrunninum. Statoil er framvegis operatørur í AMG-bólkinum, sum í dag tó er nakað broyttur. Stóra amerikanska oljufelagið Mobil, sum er lagt saman við Exxon, var leingi við í bólkinum. Eisini oljufelagið Enterprise hevur verið við frá byrjan, og tað er framvegis í bólkinum. Herfyri komu so Phillips og Veba Oil uppí bólkin.

John Inderhaug er kanningarstjóri hjá Statoil og myndar tí bólkin, tá umsókn verður latin Oljumálastýrinum. Hann váttar, at Føroyar eru eitt av kjarnuøkjunum hjá Statoil uttan fyri norska landgrunnin. Onnur kjarnuøki eru Aserbadjan, Venzuela og Vesturafrika. Statoil sær stórar møguleikar á Atlantsmótinum og ætlar sær tí at vera virkið bæði í Írlandi, Bretlandi og Føroyum.

Sjálvur heldur hann, at AMG-bólkurin hevur latið inn eina góða umsókn, sum avgjørt er kappingarfør. Hvat viðvíkur føroyskari luttøku í oljuvinnuni, so váttar John Inderhaug, at teir eru farnir rættiliga langt hesum viðvíkjandi í umsóknini. Teir vilja halda fram við at stuðla og vera við til at menna føroyska undirvísingarpartin í eini komandi oljuvinnu. Eisini vilja teir gera sítt til, at føroyskt vinnulív verður tikið við í menningina av hesi nýggju vinnu.

Nú útbjóðingin er av heldur norski leitingarstjórin, at føroyingar eiga at vera fegnir um undirtøkuna, tí nógv góð oljufeløg eru við.