Mikukvøldið klokkan 20 sigur FM1 beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Kekkia, ið verður spældur í høllini á Hálsi í Havn.
Dysturin verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Frásøgumaður hjá FM1 verður Sjúrður H. Hoydal. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður gamla Kyndilskempan, Hjalti Mohr Jacobsen.
Sendingin á FM1 byrjar klokkan 19.30.
Ljóðsamrøður við umboð fyri føroyska landsliðshópin koma út á in.fo aftaná dysturin er liðugur.











