Føroyar jagstra fleiri gull á Álandi

Føroyar skulu í dag spæla finalur í badminton og flogbólti.

 

Í badminton eru Føroyar komnar í báðar finalurnar í tvímansleikinum. Hjá kvinnum skulu Sigrun Smith og Guðri Poulsen spæla finalu, og hjá monnum eru tað Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge sum skulu í eldin.

 

Harafturat eru Aksel Poulsen og Sigrun Smith eisini komin í hálvfinalurnar í einmansleikinum, og harvið hava tey møguleika at spæla seg í finalurnar, sum eisini verða í dag.

 

Endaspælið í badminton byrjar í morgun klokkan 7. Hilmar Jan Hansen og Jógvan Arge fara at siga frá finalunum á Rás2.

 

Flogbóltskvinnurnar eru komnar í finaluna og skulu í dag spæla ímóti Saaremaa. Dysturin verður á middegi, og Hilmar Jan Hansen fer at siga frá finaluni á Rás2.