Rógvi Borðoy
bordoy@mail.djh.dk
?????????????????
Einasta brennistøðin hjá Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum IRF - tann í Leirvík - brennur so gott sum 24 tímar um døgnið - alt árið. Tað sigur umhvørvisleiðarin Ingvard Fjallstein. Brennistøðin verður einans sløkt einar tvær vikur um árið, tá ístandsetingar og umbyggingar verða framdar. Tá liðugt er at seta í stand, er mongdin av ruski vaksin so nógv, at brenniovnurin aftur má vera í gongd restina av árinum fyri at koma upp undan aftur.
"Í teoriini vil alt burturkast, sum kemur aftrat, blíva til ein bunka uttanfyri. Vit kunna tó goyma træ og annað, sum ikki forgongur, í longri tíð", sigur Ingvard Fjallstein.
IRF samstarvar við Tórshavnar kommunu, sum hevur egna brennistøð á Hjalla. Orsakað av yvirlessinum hjá IRF senda teir ein part av ruskinum til Hjalla, soleiðis at eisini brennistøðin á Hjalla koyrir í døgndrift.
"Einasta orsøkin til, at vit eru farnir í holt við at endurnýta er, at tað er lættasti mátin at frígera brennitíð til vaksandi nøgdirnar av burturkasti", sigur Ingvard Fjallstein.
Um skipaflotin skal taka alt skrell við í land, fer IRF at krevja, at ruskið verður skilt sundur á skipunum. Fyritøkur, sum ikki skilja ruskið, verða í dag noyddar at gjalda stóran eykakostnað. Tað er við til at tryggja endurnýtsluna, og í síðsta enda, at IRF framvegis hevur orku til at taka ímóti øllum burturkasti.
Landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum, Jógvan við Keldu, er greiður yvir, at avmarkaða orkan hjá IRF møguliga kann geva trupulleikar í samband við eitt krav til skipini um, at tey skula taka rusk við í land.
"Fyri fáum árum síðani mettu vit, at tað var nokk við einari brennistøð. Nú síggja vit, at tvær heldur ikki eru nokk", sigur Jógvan við Keldu.
Hann leggur dent á, at hann júst er settur í landsstýrið, og at hann ikki rættiliga hevur sett seg inn í málið, men at hann hevur ætlanir um at gera nakað við trupulleikan skjótast gjørligt.










