Føroyar hava vunnið ein landsdyst

Eftir stóra vónbrotið í gjár ímóti Fraklandi var tað ógvuliga kærkomið, at føroyska U21 fótbóltslandsliðið tíðliga seinnapartin á Svangaskarði vann 1-0 á Aserbajan.

Málið skoraði Magnus Olsen úr B71 í síðsta minutti í 1. hálvleiki. Eftir langa sending út í høgru tamdi hann bóltin, rann seg leysan og smekkaði til av brotsteigarmarkinum í høgru. Bólturin fór inn við nærra stólpanum og í málið, og rómin á vøllinum og millum teir umleið 200 áskoðararnar var stórur.

Tað gekk hampuliga javnt á, men føroyingarnir spældu seg til fleiri upplagdar málmøguleikar, enn gestirnir úr Aserbajan.

Sigurin var søguligur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at U21 landsliðið hevur vunnið og harvið fingið stig.

Klokkan 15 mikudagin fer U21 landsliðið at spæla á Tórsvølli. Tá verður Kroatia mótstøðuliðið.

Føroyska liðið í dag: Gunnar Nielsen, liðformaður - Fritleif í Lambanum, Sven F. Jacobsen, Poul Thomas Dam, Jóhan V. Gunnarsson - Kristoffur Jacobsen - Magnus Olsen (Gudmund Nielsen, 66.), Ólavur í Ólavsstovu, Emil Nolsøe Leifsson, Levi Hanssen (Poul Poulsen, 87.) - Arnbjørn T. Hansen (Leif Niclasen, 90.)