Føroyar hava styrkt um sína støðu

Tað hava KÍ og B36 syrgt fyri

Eftir góðu úrslitini hjá, fyrst og fremst B36, men eisini hjá KÍ, í Europa League í summar, er støðan hjá Føroyum í samlaða roknistykkinum eisini blivin sterkari.

 

Tað sigur Jákup Emil Hansen, fótbóltsáhugaður, ið er íðin at hava fingurin á pulsinum, tá teir ymsu styrkilistarnir í evropiskum og altjóða fótbólti verða roknaðir út.

 

Bæði B36 og KÍ spældu seg víðari úr fyrsta undanumfarinum, og í øðrum umfari megnaði B36 at vinna sín dyst á Titograd úr Montenegro hóskvøldið, eftir at hava fingið javnleik í fyrra dystinum. Hinvegin fekk KÍ javnleik á útivølli , eftir at hava tapt fyrra dystin tepurt.

 

B36 er tískil framvegis við í Europa League og hevur møguleika at tryggja Føroyum okkurt stig aftrat, hóast tað kann síggja eitt sindur vónleyst út ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas. Víkingur er eisini enn við í evropisku kappingunum, tí eftir at hava tapt í Champions League-undandystunum, heldur liðið fram í Europa League.

 

At føroysku liðini standa seg væl, hevur stóran týdning fyri, um Føroyar fáa trý ella fýra lið við í evropisku kappingunum. Jákup Emil Hansen, ið hevur stóran áhuga fyri fótbólti og ikki minst teimum útrokningum, ið liggja aftanfyri, hvussu Føroyar verða styrkismettar í fótbóltshøpi. 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hvussu roknistykkið verður gjørt upp: