Føroyar hava í dag vunnið eitt gullmerki, og tað vann Fróði Mortensen í fimleiki. Tað hevði við sær, at Føroyar í dag komu upp á 31 gullmerki á Oyggjaleikunum.
Isle of Man tók eitt risalop upp eftir listanum í dag, tí fimleikararnir hjá teimum vunnu fleiri gullmerki.
Nú er støðan, at Føroyar eru fremst við 31 gull, Isle of Man hevur 29 gull, og Jersey hevur 22.
Í morgin eru føroysk ítróttarfólk í fleiri finalum. Føroyar hava umboð í badmintonfinalunum og í kvinnufinaluni í flogbólti.
Jógvan Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá finalunum í badminton á Rás2 frá klokkan 7 leygarmorgunin.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá flogbóltsfinaluni hjá kvinnum á Rás2 frá kl. 12.00.