Tað kostaði ikki Føroyum nakað á FIFA-styrkislistanum at tapa ímóti Portugal, sum er nummar átta á FIFA-styrkislistanum.
Hinvegin muna sigurin ímóti Lettlandi og javnleikurin ímóti Ungarn nógv, og sambært norska blaðnum VG fara Føroyar at liggja nummar 74 á FIFA-styrkislistanum, samstundis kemur Noreg, serliga orsaka av tapinum ímóti Aserbaidjan at liggja, sum nummar 81 á FIFA-styrkislistanum, og tað eru fótbóltshugaðir norðmenn sera skelkaðir um.
VG ger ilt av sær í grein, sum eitur: "Ranking bunnpunkt: Lille Færøyene er foran Høgmos Norge" - sipað verður til illa umtókta norska landsliðsvenjaran, Per-Mathias Høgmo í yvirskriftini.
Í greinini verður Per-Mathias Høgmo siteraður fyri at siga, at hann leggur einki í FIFA-styrkislistan. Men, sum VG vísur á, so er trupuleikin, at Noreg fær eina nógv verri seeding til komandi undankappingar longur liðið dettur aftur á FIFA-styrkislistanum.
Lesið greinina í VG her: http://www.vg.no/sport/fotball/landslaget/ranking-bunnpunkt-lille-faeroeyene-er-foran-hoegmos-norge/a/23820394/