Føroyar høvdu alt spælið

BBC Sports hevði eisini sín mann til staðar á Tórsvølli í kvøld, sum greiddi frá dystinum minutt fyri minutt á heimasíðuni hjá BBC.

 

Og hagtølini fyri dystin eru sera áhugaverd, tí hóast føroyska liðið tapti dystin greitt, vóru hagtølini við Føroyum.

 

Sum myndin vísir høvdu Føroyar bóltin 64% av tíðini, meðan írar sostatt bert høvdu bóltin 36% av tíðini. Undrunarverd hagtøl, má sigast.

 

Eisini tá tað kom til hornaspørk hevði Føroyar yvirvágina við 8 móti 7, og hóast írar høvdu eitt skot meira upp á mál enn føroyingar, so raktu 8 av teimum 13 føroysku royndunum innan fyri málrammuna, meðan bert 5 av teimum 14 írsku royndunum vóru innan málrammurnar.

 

Nakað annað er so tað, at vit nokk høvdu verið fegnari um øvugtu hagtølini sum jú eisini vísa, at Írland vann dystin við 4-1.