Føroyar á hægstu tilbúgving

Føroyar eru nú fluttar upp á stig 6 á tilbúgvingarstiganum. Tað hava Heilsustýrið, landslæknin og Sundhedsstyrelsen gjørt av. Orsøkin er, at nú eru tvær smittukeldur staðfestar

H1N1

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Endaliga tilbúgvingarstigið er nú tikið. Føroyar eru fluttar upp á hægsta stiga á tilbúgvingarstiganum móti farsóttum. Hetta merkir, at vit nú eru komin inn í tað, ið verður kallað »tann Pandemiska fasan«.

- Tað nýggjasta er, at ein ungur persónur er smittaður uttanfyri smittulinjuna, sum var frá flogfarinum, sum lendi í Vágum seinasta týsdag. Hetta merkir at vit hava tvær smittukeldur, segði Bjarni á Steig, virkandi landslækni, við Kringvarpið á middegi í dag.

At vit eru flutt upp á stig 6 merkir hóast alt ikki tær stóru broytingarnar fyri vanliga fólkið.

Nakrar mannagongdir verða tó broyttar í tilbúgvingini.

Ein broyting er, at strangari eftirlit verður við fólki, ið hava verið í tøttum sambandi við persón, serliga í flogfari.

Hevur ein persónur, ið er smittaður við H1N1, verið við flogfari, so eru tey fólk, ið hava sitið í somu røð, tvær rekkjur frammanfyri og tvær rekkjur aftanfyri tilburðin, at rokna sum fólk í tøttum sambandi við tilburðin, og verða sett í viðgerð um sjúkutekin vísa seg.

Eisini skal alt flogtænastufólkið undir viðgerð, og um tað er eitt flogtænastufólk, ið verður sjúkt, so verða øll ferðafólkini at rokna sum at hava verið í tøttum sambandi við influensuna, og skulu helst í viðgerð.