Greining av kapitalvinningsskatti í OECD og BRIK londunum vísir, at miðal kapitalvinningsskatturin í OECD-londunum er 16,4%. Føroyski kapitalvinningsskatturin er 37%.
Tað skrivar Vinnuhúsið í dag.
Lagt verður aftrat, at kapitalvinningskattingini av partabrøvum í OECD og BRIK-londunun vísir, at Danmark krevur hevur hægsta skatt, tá tað kemur til vinning í sambandi við sølu av partabrøvum.
- Miðal í OECD liggur á 16,4 prosentum, meðan tilsvarandi skatturin í Danmark liggur á 42 prosentum, tá tað er hægst. Næst ovast á listanum liggur Frakland við 32,5, Finnland við 32, Svøríki við 30, Írland við 30 og Noreg við 28 prosentum.
Vinnuhúsið vísir á, at Føroyar eru ikki við í kanningini, men sambært kapitalvinningsskattalógini er føroyski kapitalvinningsskatturin 37 prosent í 2012.
- Tann evropæiski tjóðbankin hevur fyrr víst á, at ein lækking í hesum skattum í flestu førum er sjálvfíggjandi. Hetta kemst av, at ein lækking í kapitalvinningsskattið økjur um íløguhugin, produktivitetin og harvið eisini um vælstandin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri umførum gjørt vart við, at kapitalvinningsskatturin eigur at lækkast. Hetta varð seinast gjørt í vinnusjónarmiðum koyri so á motorin, sum var útgivin í 2011.
Tað er www.cepos.dk, ið er kelda hjá Vinnuhúsinum til hesa grein.










