Búskaparliga liggja Føroyar á trið ovasta plássi á hædd við Italia og Portugal, men tvey pláss undir Danmark og Íslandi. Uttan ríkisfelagsskap lógu Føroyar á fimta plássi Á einum skala frá 1 til 21 liggja Føroyar á triðbesta plássi, ið verður nevnt AA2. Hetta staðfestir ratingstovnurin, Moody?s Investor Service, sum hevur gjørt eina nágreiniliga kanning av føroysku fíggjarstøðuni.
Ríkisfelagsskapurin merkir, at Føroyar liggja tvey pláss longur frammi, enn vit annars høvdu gjørt.
Karsten Hansen, sum í løtuni heldur tíðindafund í Fíggjarmálaráðnum, saman við Sigurdi Poulsen, landsbankastjóra, segði fyri løtu síðani, at hann metir tað stóra arbeiðið, sum er gjørt fyri at betra føroysku fíggjarstøðuna, hevur borið ávøkst.
Hann er ikki samdur í, at ríkisfelagsskapurin við Danmark merkir, at vit liggja tvey pláss longri frammi, enn vit annars høvdu gjørt.
Við einum 3. plássi á skalanum liggja Føroyar á hædd við Italia og Portugal, men tvey pláss aftanfyri Ísland og Danmark, ið liggja á ovastu rók.










