Uppá tveir dagar hevur føroyska manslandsliðið í hondbólti vunnið størsta og næststørsta sigurin á Grønlandi nakrantíð. Í 1980 vunnu Føroyar 27-17 á Grønlandi í høllini á Hálsi í Havn. Ígjár vunnu Føroyar 37-22 (18-11) á Grønlandi í høllini á Hálsi, og í dag vunnu Føroyar aftur greitt 29-19 á Grønlandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 17-10.
Málskjúttar: Allan Norðberg 5, Peter Krogh 4, Rógvi Dahl-Christiansen 3, Jónas G. Djurhuus 3, Sjúrður Olsen 3, Eirikur Simonsen 2, Vilhelm Poulsen 2, Rúni Joensen 2, Helgi H. Hoydal 2, Tróndur Kragesteen 1, Sámal á Tjaldrafløtti 1, Pætur Thomsen 1
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av dystinum.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Gunnar Djurhuus taka samanum avrikið hjá føroyska liðnum.
Gunnar Djurhuus heldur, at talan er um eitt ógvuliga stabilt avrik hjá føroyska liðnum í hesum báðum dystunum ímóti Grønlandi. Staðfest er, at í 2019 hevur Føroyar eitt manslandslið sum hevur eitt hægri støðið enn Grønland.









