Føroyar - Georgia: 2-1 (Liðugt) Føroyar vunnu og eru víðari

Føroyska kvinnufótbóltslandsliðið megnaði í dag at vinna seg víðari til HM undankappingina. Tær vunnu 2-1 Georgia og óansæð úrslitið millum Montenegro og Litava seinni í dag, so verða Føroyar millum tvey tey fremstu í bólkinum.

 

Enn eina ferð var tað Heidi Sevdal, sum gekk á odda við málskjótingini. Hon skoraði bæði málini hjá føroyska landsliðnum. Hon legði Føroyar á odda aftaná 38 minuttir. Stutt inn í seinna hálvleik javnaði Georgia, men eitt stórt korter fyri tíð skoraði Heidi Sevdal aftur. Hesa ferð eftir upplegg frá Eyðvør Klakstein. Heidi Sevdal hevur nú skotið fýra mál í trimum dystum.

 

Føroyska liðið hevur nú sjey stig og kann bara blíva yvirhálað av Montenegro, sum spælir í kvøld. Tær hava fýra stig, men kunnu við betri málúrtøku yvirhála føroyska liðið, sum óansæð hvat enda millum tvey tey fremstu liðini og eru tí víðari!

 

Til lukku!

 

Føroyar - Georgia 2-1(1-0)

1-0 Heidi Sevdal, 38

1-1 Chichinadze, 47

2-1 Heidi Sevdal, 73

 

Føroyska liðið í dag:

1. Randi Wardum, 3. Fríðrún Danielsen, 5. Bára S. Klakstein, 6. Eyðvør Klakstein,(15. Doris í Garði Olafsdóttir 89.min) 7. Rakul M. Johannesen, 8. Malena Josephsen (liðs.), 10. Heidi Sevdal, 12. Liljan av Fløtum Petersen, 13. Íðunn Magnussen, (4. Lív Arge 89.min) 14. Oddrún Danielsen og 17. Olga Kristina Hansen (9. Rannvá B. Andreasen 60.min)

 

Á bonkinum:

1. Nina Davidsen, 2. Maria K. Thomsen, 18. Laila Pætursdóttir og 11. Ansy Sevdal.

Liðugt: Føroyska liðið hevur vunnið 2-1!

89.min: Lív Arge og Doris í Garði eru komnar inn fyri Íðunn Magnussenog Eyðvør Klakstein

85.min: Georgia roynir at trýsta fyri at fáa mál, men Randi Wardum og verjan standa stinn.

79.min: Heidi Sevdal roynir seg aftur við skoti, men málverjin bjargar

73.min: 2-1!! Heidi Sevdal skorar aftur. Hesa ferð eftir upplegg frá Eyðvør Klakstein.

63.min: Rannvá fær gult kort bara tríggjar minuttir eftir at hon er komin inn

60.min: Fleirfaldi toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Rannvá B. Andreasen, er komin inn fyri Olgu Kristinu Hansen

55.min: Georgia er omaná í løtuni, men Heidi Sevdal roynir at svara aftur við skoti

47.min: Georgia javnar við málið, sum Chichinadze skoraði

Hálvleikur: Liðini eru farin at hvíla seg í Litava og føroyska liðið er á odda við málið, sum Heidi Sevdal skoraði. Føroyska liðið hevur havt sjey skotroyndir og fýra av teimum hava verið á mál. Sambært tølum hjá UEFA, so er talan um javnan dyst higartil. Bara eitt gult kort er komið. Tað fekk Fríðrún Danielsen stutt fyri hálvleik.

42.min: Fríðrún Danielsen fær gult kort

38.min: 1-0 til Føroyar! Heidi Sevdal hevur lagt Føroyar á odda

35.min: Tað hava framvegis ikki verið nakrir stórir møguleikar í dystinum.

29.min: Heidi Sevdal hevur eina skotroynd, men rakar ikki málið. Í hinum endanum hevur Randi Wardum eina bjarging.

20.min: Einki mál er komið fyrstu tjúgu minuttirnar. Bæði liðini hava havt tvey skot á mál

Dysturin byrjar: Tað er framvegis kalt í Litava, men í dag sær sólin. Hitin er um fýra hitastig.

Føroyar:

 

Mynd: (Fótbóltssambandið) Heidi Sevdal skoraði bæði málini fyri Føroyar