Føroyar fremsta trygdarskjól móti fíggjarkreppuni

Heimasíðan hjá einum av fremstu vinnurásum í India hevur valt Føroyar sum stað nummar eitt av seks í heiminum, ið enn eru sloppin lutfalsliga væl undan fíggjarkreppuni »Við ongum enda á verandi niðurgongd í eygsjón, verða lond kroyst eftir hæli, og leiðslur teirra tosa bara um fíggjarligar bjargingarpakkar. Innast inni byrja fólk at ivast, hvørt tað yvirhøvur eru nøkur støð eftir, ið kunnu veita teimum eitt trygdarskjól. Góðu tíðindini eru at, ja, tað eru tað. Vit hava neyvt útvalt seks støð, ið lutfalsliga eru uttanfyri vandaøkið. Meðan restin av heiminum gongur gjøgnum ein aldudal, bjóða hesi seks støðini ein glampa av vón«

Soleiðs skrivar heimasíðan hjá einum av fremstu vinnurásum í India, CNBC-TV18, www.moneycontrol.com, í innleiðingini til stórbæra útvalið av støðum í heiminum, ið kunnu vera trygdarskjól móti fíggjarkreppuni, og serliga áhugavert er tað, at Føroyar liggja nummar eitt á listanum.

Hóast hetta tykist sum eitt herðaklapp til okkum føroyingar, eigur hetta at verða tikið við fyrivarni.

Listin hjá CNBC-TV18 sær nevnliga soleiðs út

1. Føroyar, Danmark

2. Washington D.C., USA

3. Larsemann Fjøllini, Antarktis

4. Øll ikki-Starbucks-brúkandi lond

5. Nagorno Karabakh (millum Aserbadjan og Armenia)

6. Butan

Greinin í fullari longd kann lesast HER