Føroyar fremst av Norðurlondum

Føroyar fáa seg av álvara royndar í dag í triðja umfari á talvolympiaduni í Istanbul. Mótstøðuliðið verður Aserbadsjan, sum er styrkismett sum nummar sjey í kappingini. Føroyska talvlandsliðið hevur vunnið báðar dystirnar higartil móti Sudan og Togo og er í løtuni nummar 33 av teimum 157 londunum í kappingini - fremri enn nakað av teimum norðurlendsku liðunum.

 

Aserbadsjan hevur sterkar stórmeistarar á sínum liði, maðurin á 1. borði, Teimour Radjabov, er nummar fýra í heiminum í løtuni. Hann skal Helgi Dam Ziska royna seg ímóti í dag. Hinir á føroyska liðnum verða John Arni Nilssen, John Rødgård og Jóan Hendrik Andreasen.

 

Dysturin byrjar klokkan eitt í dag, leikirnir kunnu síggjast beinleiðis á heimsíðu Talvsambandsins - faroechess.com.