FIFA hevur í dag kunngjørt nýggja styrkilistan. Føroyar eru farnar fimm pláss fram. Frá 82. plássi til 77. pláss. Tað er trý pláss frá metinum hjá okkum, sum vit settu í bæði 2014 og 2015. Brasil er aftur ovast á listanum, eftir sjey ár.
Sjáldan – um nakrantíð – hevur eitt stig á útivølli í eini undankapping verið so útskeldað, sum stigið í Andorra. Í allari øðini eru Føroyar farin fimm pláss fram á FIFA styrkilistanum. Vit eru nú nummar 77. Eitt frammanfyri Kenja og eitt aftanfyri Trinidad og Tobago. Hinvegin, so er Andorra eisini farið 13 pláss fram á listainum til nummar 187.
Nógv hevur verið gjørt burturúr, at vit eru ájavnt Noreg á FIFA styrkilistanum. Noreg er fallið fimm pláss niður á 86. pláss. Danmark er somuleiðis í afturgongd. Teir eru farnir trý pláss aftur á 51. pláss.
Brasil er aftur nummar eitt, eftir at teir ikki hava verið á fremsta plássi í sjey ár. Brasil hevur yvirhálað Argentina, meðan Týskland liggur á triðja plássi. Kili er á fjórða plássi, meðan Kolumbia er á fimta plássi. Sostatt eru fýra av fimm teimum sterkastu fótbóltslondunum úr Suðuramerika.
Besta norðurlandi er Ísland, sum er nummar 21. Eisini er vert at leggja merki til, at Sveis er komið upp á 9. pláss. Sveis er komandi mótstøðuliðið hjá okkum í HM undankappingini.
FIFA strykilistin: (Útvald lond)
1. Brasil
2. Argentina
3. Týskland
4. Kili
5. Kolumbia
6. Frakland
7. Belgia
8. Portugal
9. Sveis
10. Spania
12. Italia
14. Ongland
21. Ísland
31. Ungarn
34. Svøríki
51. Danmark
59. Skotland
77. Føroyar
86. Noreg
97. Finnland
124. Lettland
187. Andorra