Góða avrikið og javnleikurin, 0-0, ímóti Ungarn á Tórsvølli 6. september hevur elvt til, at Føroyar hava tikið eitt stórt lop á FIFA-styrkislistanum. Í august vóru Føroyar mettar sum nummar 135 av heimsins tjóðum innan landsliðsfótbólt, men tá ið nýggi styrkislistin, ið verður dagførdur hvønn mánaða, kom út vóru Føroyar nummar 111.
Sostatt hevur javnleikurin ímóti Ungarn, har landsliðið eins væl hevði kunnað vunnið, elvt til, at Føroyar eru farnar 24 pláss fram á FIFA-styrkislistanum.
Millum londini, ið Føroyar hava yvirhálað seinasta mánaðin, eru Armenia, ið hevur Manchester United-leikaran, Henrikh Mkhitaryan á liðnum, og Norðurkorea, sum luttók í HM í 2010.
Komandi mótstøðuliðið hjá Føroyum í undankappingini til HM í Russlandi í 2018, Lettland, hevur somuleiðis tikið eitt fitt lop á styrkislistanum. Lettland er farið 15 pláss upp á styrkislistanum og er nú nummar 95. Í august var baltiska tjóðin nummar 110 á styrkislistanum. Lopið hjá Lettlandi kemst av, at Lettland vann 1-0 ímóti Andorra fyrr í mánaðinum.
Millum norðurlendsku tjóðirnar er Ísland ovast. Íslendingar eru nummar 27 á FIFA-styrkislistanum, meðan Svøríki er nummar 41. Danmark er nummar 46, men verst stendur tað til hjá Norra, sum er farið 20 pláss aftur síðani august og er nú nummar 70 á FIFA-styrkislistanum. Fyrr í hesum mánaðinum tapti Norra greitt á heimavølli ímóti Týsklandi - 3-0.
Tey 10 londini, ið verða mett at vera heimsins sterkastu í løtuni, síggjast niðanfyri. Portugisisku evropameistararnir, sum koma á vitjan á Tórsvølli 10. oktober, eru nummar sjey á styrkislistanum.
10: Wales
9: Uruguay
8: Frakland
7: Portugal
6: Kili
5: Brasilia
4: Kolumbia
3: Týskland
2: Belgia
1: Argentina









