Í dag hevur føroyska kvinnulandsliðið spælt fyri aðru ferð í minikappingini í Luksemborg. Úrslitið var 4-2 ímóti Letlandi, og harvið hava Føroyar spælt málleysan javnleik ímóti Kasakstan og so at hava vunnið ímóti Letlandi.
Letland legði seg tíðliga framum við einum máli. Føroyar svaraðu aftur við tveimum málum undan steðginum. Rannvá Andreasen var meistari fyri báðum málunum. Tað seinna var brotsspark, sum Rannvá sjálv hevði tiltuskað sær.
Eftir at Føroyar høvdu lagt seg á odda, varð letlendski málverjin rikin av vøllinum, tí hon hevði tikið beinini undan Heidi Sevdal. Men hóast Føroyar harvið spældu ellivu ímóti tíggju allan 2. hálvleik, so var munurin ikki serliga eyðsýndur.
Elin Katrina Haraldsen, sum spældi einsamøll á toppinum, økti til 3-1, men lítla løtu seinni minkaði Letland um munin. Elin Katrina Haralsen staðfesti 4-2 sigurin.